Hvør er visjónin í fullveldistosinum?

Sum ein, ið bekennur seg til sosialismuna, er orðaskiftið fyri tíðuna ørandi. Eg eri ikki javnarmaður, eri ikki tjóðveldismaður. Hinar flokkarnar taki eg ikki upp á tal, tí teir eru uttan áhuga í einari meting av hvat politikkur er. Eg meini: Edmund er góður virkisleiðari, Helena er klók og Jenis hevur sambandið til himmals. So er alt sagt. Og tó. Fólkaflokkurin er at samanbera við eitt svart hol, sum teir, ið tosa um astronomi, siga finnist í stjørnuhimmalinum. Tað ið dregur og stýrur, uttan at tú sært tað.

Eg vil hava sosialistisku, ikki sovjettisku ella albansku, hugsjónirnar í hásætið aftur, og eg hoyri tær ikki frá javnaðarflokkinum. Eg hoyri tær ikki heldur frá tjóðveldisflokkinum, ið eg veit, eisini er ein flokkur, ið hugsar um annað enn sjálvan seg. Er tað so, at tá vit hava tikið sjálvræðið, so taka vit dystin upp við ?svarta holið??

Til dømis: Eru vit viljaði til at skerja fiskiflotan niður í helvt fyri at fáa produktivitetin upp á sama støði sum íslendinga? Og hvørji eru vit í tí sambandi? Sum orðaskiftið er nú, eru tað tey, ið hava vanliga lønarinntøku (ikki hýru), ið skulu gjalda gildið. Og summi av okkum hava onki í móti tí. Eg meini: vit rýmdu ikki í 90-árunum. So talan er um nógv fólk, ið búgva her, tí tað er her vit hoyra til.

Eg hoyri breyðpolitiska hugsan frá javnaðarflokkinum, eg hoyri ideologiskt flog frá tjóðveldis-flokkinum. Eg vil flog, men eg vil eisini hava breyð á borðið, og vil eisini at onnur enn eg fáa breyð á borðið. Og gjarna meiri enn tað.Til dømis børnini og tey gomlu. Solidaritet við øðrum orðum.

Tað er sjálvdan tú fært alt, men hugaligt hevði tað verið, um vit kundu tosa um alt tað, sum tað í grundini snýr seg um: Vil føroyski kapitalurin vera uttan eitt politiskt definerað trygdarnet, og harvið taka avleiðingarnar av framgongd og afturgongd? Og vil tann meinigi føringurin taka undir við, at tað kann vera strævið til tíðir, men eisini skemtiligt til aðrar tíðir? Við øðrum orðum, liva í tí óvissu, sum vit hava livað við í øldir.

Tað hevði verið hugaligt, um vit kundu tosað prinsipielt, heldur enn skotið hvørjum øðrum í skógv-arnar, at onkur er afturhaldssinnaður og annar er progressivur.

Ber ikki til at tosa um tað, ið eigur at vera innihaldið í einum møguligum fullveldi?


Heri Kragesteen.