Nú er kommunuval í hondum, og ymiskt er, hvussu uppstillað verður. Onkustaðni verður hetta gjørt á partapolitiskum grundvølli, eitt nú í Vági, Havn, Klaksvík og í Eysturkommunu. Í flestu kommunueindunum verður tó stillað upp á sonevndum borgaralistum. Runavíkar Kommuna er ein av hesum seinru. Áðrenn kommunan vaks í stødd og mæti, varð valevnafundur hildin í skúlunum í Søldarfirði, Lamba, Rituvík, á Glyvrum og onkuntíð í Æðuvík eisini. Hetta lagið heldur í stóran mun fram, óbroytt, eisini eftir, at ein stórur partur av oynni er vorðin partur av kommununi.
Ongin forðing er fyri, at tað verður gjørt á henda hátt, og ivaleyst vera kommunurnar líka væl riknar, um tær vera stjórnaðar av partapolitiskum konstellatiónum ella av borgaralistum. Munurin er bara, at valevni hjá flokkum hava ein samleika, eina hugsjón og visiónir, sum onkursvegna eru í tráð við stevnuna hjá tí flokki, tey umboða. Vit, sum velja valevni á borgaralistum, hava slept atkvøðu okkara út í politisku rúmdina, í eitt katapultsetur, og ongin veit hvørja kós viðkomandi, sum valdur er, fer at halda. Hon/hann navigera leys av allari samhaldsfastari politiskari kjølfestu, og varða í prinsippinum bara av sær sjálvum, - ongin skrásett felags stevna liggur sum eftirstjóri í sjóvarmálanum.
Til býráðsvalið í Runavíkar Kommunu eru 32 valevnir at velja ímillum. Á trimum borgaralistum. Ongin valfundur hevur verið, og tað kann helst eisini vera líkamikið, tí fyri átta árum síðani komu valevnini kropp av kroppi á pallin, í fimleikahøllini í Glyvra skúla, og váttaðu, at bara teirra viðvarðandi politiski eksistensur kundi tryggja, at svimjihøll umsíðir skuldi gerast í kommununi. Alneyðuga átakið við nýggjum skúla er um at vera lokið, men hylur kom ongin. Heldur ikki hevur eitt einasta av valevnunum roynt at sannført okkum veljarar um, í fjølmiðlunum, hvørjar ætlanir tey hava kommununi viðvíkjandi næstu fýra árini.
Tað áttu tey at gjørt, tí sera mong mál verða at taka støðu til í árunum sum koma. Tað fer, og eigur, ikki at bera til hjá veljarunum, at lata eitt carte-blanch frá sær, tí nærdemokrati er eisini eitt slag av fólkaræði, har valdið, tíðaravmarkað, verður latið nøkrum fáum at umsita. Og vita vit ikki hvørjar hugsanir og ætlanir valevnini hava, um øll kommunal viðurskifti, og møguliga onnur við, so er trupult at flyta hetta representativa valdið yvir í teirra hendur.
Fólkatalið er farið at kjálka upp ímóti 4.000 íbúgvum, spjaddir yvir eitt lutfalsliga gigantiskt øki. Í 14 bygdum. Harvið eru áhugamálini eisini rættiliga ymisk, og helst eisini rættiliga staðbundin oftani.
Kanska fara valevnini at siga okkum frá teirra støðu til eitt nú:
- framtíðarkommunala bygnaðin, skal Eysturoyggin t.d. vera ein kommuna?
- íløguætlanir, eftir at skúlaskuldin er komin undir land aftur.
- hvør støðan er til flytingar av málsøkjum úr lands- og yvir í kommunala geiran.
- kommunala útjavningarskipan.
- skattaprosentið.
- kirkjuskattaprosentið, hóast hetta, sum nú er, er regulerað í løgtingslóg.
- upphæddina á barnafrádráttinum.
- proportionala ella progressiva kommunuskattaskipan.
- ungdóms- og mentanarpolitikk.
- ítróttarpolitikk.
- vinnupolitikk.
- undirvísingarpolitikk.
- Skálafjarðartunnilin.
- altjóða flogvøll á Skorhæddini.
- umhvørvispolitikk.
- fíggjarpolitikk.
- útstykkingar- og bústaðarviðurskifti.
- sosialpolitikk.
- heilsupolitikk.
- brúgv ella tunnil yvir ella undir Saltnesgrynnuni.
- og mangt annað.
Tey 11, sum skulu veljast burturúr rúgvuni á 32, skulu í verandi kommunueind umsita einar 600-700 milliónir krónur av borgaranna skattapeningi næstu fýra árini. Stórur partur fer sjálvandi til rakstur av kommunalum gøgnum, sum longu eru til, men ein partur fer til íløgur, tí kundi tað verið hugaligt, at valevnini komu undan væðingini, og boðaðu frá, hvørja leið kommunan fer at halda frameftir. Vit hava onga hóming av tí, sum er, bæði tí at borgaralistarnir als onga skrá hava, annað enn at teir umboða eitt ávíst landafrøðiligt øki, og tí at valevnini eru tøtt sum tunnur. Sita í hvør sínari holu, sum lundar slignir á nevini. Hetta slagið av fólkaræði er í einfaldara lagi í okkara tíð. Bara fyri at taka eitt alternativt dømi, sum kundi verið til fyrimyndar, so hevur Tjóðveldi, í høvuðsstaðnum, lagt eina víðfevnda valskrá fram fyri veljararnar, sum ger borgararnar førar fyri at avgerða, hvønn teir skulu velja, og serliga hvønn teir ikki skulu velja, um teir eru ósamdir við tí, sum eru berandi súlur undir skránni.
Hendan tøgnin minnir meg á, táið Jørmundur í Gerðinum fór sín fyrsta túr til skips, við ”Mai”, hjá Karl Gaardlykke. Jóannes Lind stóð á dekkinum, táið hann 14 ára gamal kom við klæðssekkinum, sum Alberta hjá Christiani í Grótinum mundi hava hjálpt honum at pakka og stappa. Sum vanligt var tá í tíðini, spurdi Jóannes: ”Hvør ert tú?” ”Eg eri beiggi Sámal Jóhan!” svaraði bræsni pilturin úr Lamba. Tá segði Jóannes tey legendarisku og fyri ein óvita ikki sørt ræðandi orðini: ”Sámal Jóhan er ein skilamaður, men fyri tann skuld kanst tú vera ein h……. lortur !” Tað skuldi hann so ikki vísa seg at vera, men borgararnir í Runavíkar Kommunu eru í minsta lagi líka so ókunnaðir, um ætlaninar hjá valevnum okkara, sum Mr. Lind var um dreingin úr Lamba, sum hann ikki komst við, rætt og slætt, tí hann ikki hevði sæð hann áður, og harvið ikki vitsti, hvør hann var. Hann kendi beiggjan, men tað var ikki nógmikð fyri hann. Hann vildi inn til kjarnu málsins.
Vit kenna svágrar, beiggjar, foreldur, abbar, ommur, systkinabørn, konur og menn hjá valevnunum, men vælsignaði komið út á vøllin, soleiðis, at vit kunnu gera eina individuella sýning, og velja, eftir at hava tummað, mátað, og handlað.
Táið kommunali bygnaðurin er broyttur, og kommunurnar harvið eru vorðnar ein nógv størri partur av demokratiska virkishøpinum, slepst valla undan politiskari uppstilling, skal tað í heila taki lata seg gera, at halda skil á savnaða fólkaræði landsins.
Gott val.