Í miðal er føroyingar hjá kommunulækna 3,1 ferðir um árið. Tað vísir ein uppgerð, Hagstovan hevur gjørt yvir, hvussu ofta, vit eru hjá lækna.
Tilsamans vóru føroyingar hjá kommunulækna 166.000 ferðir í fjør og tað eru fýra prosent meiri enn í 2018.
Uppgerðin fevnir bara um tey fólk, sum fara til viðtalu, tí teimum feilar okkurt. Uppgerðin fevnir sostatt ikki um fyribyrgjandi koppsetingar og aðrar fyribyrgjandi viðgerðir. Hon fevnir heldur ikki um barnakonukanningar og vanligar barnakanningar og telefonviðtalur eru heldur ikki taldar við.
Av teimum 166.000 ferðunum, vit vóru hjá kommunulækna vóru tað í stívliga 4.000 førum, at talan var um fólk, sum býr uttanlands.
Nógv tann størsti parturin av øllum viðtalum, ella 93 prosent av viðtalunum, eru um dagin, tað vil siga frá mánadegi til fríggjadag ímillum kl. 8 og 16.
Men tað er stórur munur á, nær vit fara til lækna. Norðoyingar og suðuroyingar fara næstan bara til lækna í vanligari viðtalutíð, tí tað eru bara eitt til tvey prosent av teimum, sum fara til lækna uttan fyro vanliga viðtalutíð.
Men í Havnini er støðan heilt øðrvísi, tí har eru heili 12 prosent av viðtalunum uttan fyri vanliga viðtalutíð.
Seta vit talið á læknaviðtalum eftir fólkatalinum, eru tað 2,9 viðtalur fyri hvørt fólki í Havnin, men upp á seg eru sandoyingar nógv oftast hjá lækna, tí í miðal er hvør sandoyingur 4,5 ferðir hjá kommunulækna og í Vágum er hvørt fólk í miðal fýra ferðir hjá kommunulækna.
##med2##
Tað er eisini greitt at tað læknaviðurskiftini hava stóran týdning fyri, hvussu ofta fólk fara til lækna. Tað kann hava stóran týdning, at kommunulækni fer úr starvi í einum øki so at tey ístaðin hava skiftandi avloysarar. Hinvegin hevur ta eisini stóran týdning, tá ið fastir kommunulæknar koma í starv.