Bara í dag hava seks skip afturat fingið fiskiloyvi á Flemish Kap.
Talan er um trolararnar Fálkor og Heykur, umframt fýra línuskip úr Vágum, Thomas Nygaard, Havbúgvan, Reynsatind og Venus.
Harvið hava tilsamans 19 skip, trolarar og línuskip, fingið útskrivað loyvi at royna eftir føroysku toskakvotuni á Flemish Kap, sum í ár er 3154 tons.
Mongu, útskrivaðu fiskiloyvini merkja tó ikki pr definitión, at øll skipini fara á Flemish Kap. Í kunngerðini hevur landsstýrismaðurin enntá tilskilað sær rætt at lata onnur fiska kvotuna, um tað vísir seg at knípa hjá trolarum í bólki-2 og línuskipum í bólki-3 at fiska føroysku kvotuna.
Fiskiloyvini eru galdandi frá dags dato og árið ut. Talan er um felagskvotu og merkir tað, at frítt er at fiska hjá øllum, til kvotan er uppi.