Hetta er ein so at siga ógjørlig uppgáva. So avgjørdur er Pauli Poulsen yvirfyri norksum fjølmiðlum. Heimasíðan hjá Rosenborg hevur tosað við venjaran hjá NSÍ, sum svaraði síðsta spurninginum hann fekk, við at seta journalistinum sama spurning.
– Ja, hvør heldur tú kemur víðari, svaraði hann speiskliga, tá fjølmiðlamaðurin setti honum sama spurning. Teir samdust báðir um, at tað helst verður Rosenborg, ið stendur eftir sum sigursharri og kemur víðari.
Óvanligar venjingar
- Vit møta einum stórum liðið í einum stórum dysti, so talan er um eina stóra uppgávu, sigur Pauli Poulsen við heimasíðuna rbk.no. Spurdur, um NSÍ fer at hava eitt verjukent ella álopssinna útgangsstøði, svarar Pauli Poulsen, at tað nokk verður Rosenborg, sum kemur at gera av, hvar NSÍ fer at standa á vøllinum.
– Men vit rokna við at verða trýstir í botn, sigur Pauli Poulsen. Hann hevði sínar menn tvær ferðir á vøllinum í gjár til venjingar. Einaferð um morgunin á einum venjingarvølli, og um kvøldið varð so vant á stadion.
– Tað er óvanligt við tveimum venjingum dagin fyri ein dyst, ásannar Pauli Poulsen, men vísir á, at teir velja heldur at gera tað, enn at sita á hotellinum fyri einki.
Myndatekstur:
Tað verður Rosenborg, ið kemur at gera av, hvar á vøllinum NSÍ fer at standa, sigur Pauli Poulsen, venjari hjá Skála
Savnsmynd: Jens Kr. Vang