Hvør hevur ábyrgdina av partapolitiska Sosialinum og Portalinum?

Almennur fyrispurningur til stjóra og nevnd hjá Føroya Tele

Høgni Hoydal
løgtingsmaður


Sum skattgjaldari og viðskiftafólk havi eg fíggjað almennu fyritøkuna Føroya Tele ígjøgnum alt mítt vaksna lív. Sum samfelagsborgari havi eg krav um eina pressu, sum stuðlar orðaskifti, leitan eftir sannleikanum og er trygd fyri, at eg ikki verið villleiddur av partapolitiskum og peningaligum seráhugamálum. Sum politikari og formaður fyri størsta flokk í landinum havi eg krav um ein rímiliga og javnvigaða viðgerð av politiskum málum.

Blaðið Sosialurin og tíðindamiðilin Portalurin ganga beint ímóti øllum hesum málum og rímiligum krøvum. Sjálvt ikki í londunum handan jarntjaldið undir kalda krígnum ella í beinleiðis einaræðislondum finnast dømir um ein so partapolitiskan og litaðan journalistikk, sum í Sosialinum og á Portalinum.

Tá Tjóðveldisflokkurin var í samgongu og í meiriluta frá 1998 til 2003, var tað minni skaðiligt fyri fólkaræðið, tí tá kundi tað hóast alt verjast og kundi eggja til umhugsni og atfinningar, at Sosialurin og Portalurin vóru ímóti øllum tí, sum politski meirilutin fekst við. Ósakligt og hatskt, gamaní. Men kortini ein andstøða til politiska valdið, sum altíð er neyðug.

Men tá pressan kastar beinleiðis saman við valdinum og bert virkar sum mikrofonhaldari og propagandamiðil hjá teimum, ið beint nú sita við valdið, so fýkur øll hugsan um fólkaræði upplýsing og sjálvstøðugan hugsunarhátt í einum framkomnum samfelag. Hetta er støðan í Føroyum dag. Eftir mínum tykki hevur onki ítróttarlið í USA betri juhu-fólk á vøllinum, enn sitandi landsstýri hevur í Sosialinum og á Portalinum

Eg kundi nevnt óteljandi dømir. Í undanfarnu samgongu var tað hvønndagskostur at skrivað varð um rok og balladu í samgonguni og funnist varð harðliga at nærum øllum tiltøkum hjá landsstýrinum og meirilutanum á Løgtingi. Leitað varð dúgliga eftir atfinningum frá fakfelagsleiðarum, serfrøðingum og áhugabólkum. Alt í lagi við tí.

Men hóast neyvan nøkur samgonga hevur klandrast so opinlýst sum hendan, so kemur tað ikki fyri, at Sosialurin og Portalurin viðgera samgongutrupulleikar ella leita atfinnarar fram av førda politikkinum. Ístaðin fáa vit reinar juhu-søgur og mikrofonhaldara-søgur dag um dag á Føroya mest vitjaðu heimasíðu, sum vit sjálv hava goldið og gjalda fyri.

Sjálvstøðugur journalistikkur og royndir at halda politikarar fastar uppá tað, teir hava gjørt og sagt, og at lýsa veruleikan aftanfyri málini, kemur ikki fyri í Sosialinum ella á Portalinum. Tvørturímóti.

Lat meg bert taka feskastu dømini.

Í londum við eini frælsari pressu, hevði tað verið ein stór og týdningarmikil søga, at ovasti embætismaður í Løgtinginum alment finst at løgmanni fyri lógarfusk. Fyri ikki at talan um at løgtingsformaðurin ákærir løgmann fyri brot á stýrisskipan og tingskipan.

Í londum við eini frælsari pressu, hevði tað verið ein stór og týdningarmikil søga, at ein meiriluti í parlamentinum velur fyrst at vraka eina lidna byggiætlan fyri ein skúla og síðani at samtykkja at brúka 50 milliónir krónur í eykarentu fyri at byggja ein skúla uttanfyri fíggjarlógina, har ikki ein einasta tekning ella verkætlan fyriliggur.

Í londum við einari frælsari pressu, høvdu politikarar, sum royna at taka heiðurin fyri politisk mál, sum teir hava barst hart ímóti, verið avdúkaðir og settir til svars umgangandi (eitt nú vóru bæði løgmaður og vinnumálaráðharrin ímóti at seta gongd á undirsjóartunnilin til Norðoyggjar, tá undanfarna samgonga gjørdi sína langtíðaríløguætlan).
Í londum við ein frælsari pressu, hevði tað verið avdúkað beinanvegin, at eftirlønir til landsstýrismenn vóðru samtyktar, orsakað av einum politiskum rossahandli, har Miðflokkurin fekk ábendingar um, at broytingarnar í Rúsdrekkalógini fullu, um teir atkvøddu fyri uppskotinum við 2. aðru viðgerð.

Í londum við einari frælsari pressu, hevði tað verið eitt týdningarmikið mál, um ein tingmaður hevði lagt kropsliga á ein annan tingmann í tinginum ( ja, at hugsa sær um tað var ein tjóðveldismaður?).

Men hvat hava Sosialurin og Portalurin fortalt Føroya fólki um hesi mál, sum bert eru tikin úr rúgvuni seinatu 10 dagarnar?

Í orrustuni millum løgmann, Løgtingið og skrivstovustjóran, fortelja Sosialurin og Portalurin onki um málið. Ístaðin grava teir ein fyrrverandi løgmann fram og alt seinasta vikuskiftið verður hann brúktur á Portalinum at afturvísa tí, sum aðrir miðlar hóast alt hava sagt um atfinningarnar hjá lóggevandi valdinum og tess embætisfólki mótvegis landsstýrinum.

Í málinum um skúlabygging í Havn og kropsligu álopini í tinginum hava Sosialurin og Portalurin onki fortalt um málið, men halda síðani mikrofonini fyri formanninum í tingbólki javnaðarfloksins, sum finst at løgtingsformanninum og sigur, at javnaðarflokkurin er fyri mismuni í tinginum (!). Øll sum hava fylgt orðaskiftinum og sum vóru í tinginum hesar dagarnar, vita, at tað er ósatt. Ófatiligt at ikki okkurt fjølmiðlafólk kannar, hvat hendi  og spyr tingfólk úr øðrum flokkum ella embætisfólk til tess at finna sannleikan. Men í oddagrein í Sosialinum og við úttalilsum frá formanni í tingfólki javnaðarfloksins á Portalinum, verða enn einaferð Tjóðveldisflokkurin og tingfólk úr Tjóðveldisflokkinum gjørd til syndabukkar í málinum  stuðlað av teirri eftir mínum tykki sera misvísandi og grovu útleggingini hjá Útvarpi Føroya av harðliga orðaskiftinum á tingi.

Í málinum um eftirlønir hava hvørki Sosialurin ella Portalurin gjørt nakað sum helst við málið  men var ein onnur samgonga, so vita vit, at pípan hevði havt heilt annað ljóð.

Alt hetta vita vit, sum starvast í politikki hvønn dag. Og ongin kann lasta Jan Müller, Eiriki Lindenskov og øðrum, at teir dríva partapolitiska propaganda, sum teir altíð hava gjørt.

Men hvør hevur ábyrgdina av, at hetta gongur fyri seg við almennum pengum í rygginum og við pengunum hjá øllum brúkarum av Føroya Tele aftanfyri?

Hvør hevur sambært fjølmiðlaábyrgdarlógini ábyrgdina av teimum sonevndu tíðindunum, sum Portalurin sendir út til Føroya fólk alt samdøgurið? Hvør er ábyrgdarhavandi blaðstjóri á heimasíðuni hjá Føroya Tele.

Og hvør hevur ábyrgdina av partapolitiska tíðindaflutningum í Sosialinum, tá Føroya Tele fíggjar blaðið? Sum eg dugi at síggja, hevur Føroya Tele ikki avgerandi ávirkan á fyritøkuna við sínum ætlaðu partabrøvum, men er Føroya Tele kortini avsendari og bakkur hjá tíðindaflutninginum?

Sambært teimum skjølum, ið liggja á heimasíðu Løgtingsins frá landsstýrismálanevndini, so er handilin millum Føroya Tele og Javnaðarflokkin ikki framdur, men bygdur á eina munnliga avtalu við blaðstjórarnar á Sosialinum. Er Føroya Tele í veruleikanum garantur fyri fíggingini til hesar partapolitisku stríðsmenn (sum gera eitt stórt arbeiði og hava havt hepna hond við fyritøkuni og Miðlahúsinum)?

Hvussu nógvar pengar fær Sosialurin afturfyri árliga frá Føroya Tele í rakstrarstuðli, fyri at fáa fría atgongd til at leggja partapolitiska propaganda á Føroya mest vitjaðu heimasíðu?

Kann tað hugsast, at Jan Müller og Eirikur Lindenskov, eisini kunnu koyra sína partapolitisku propaganda út á Televarpið ella út á fartelefonir hjá okkum kundum hjá Føroya Tele í margmiðlamenningini komandi árini  og uppundir eitt løgtingsval?

Er hetta samsvarandi málunum hjá fyritøkuni Føroya Tele?

Er hetta í samsvari við samfelagsligu málini um eina frælsa pressu í Føroyum?

Og er hetta  fyri alt tað  í samsvari við kappingarlógina?

Eg havi altíð havt ta fatan, at stjórin og nevndirnar á Føroya Tele hava havt sum mál at Føroyar skulu gerast eitt nútímans, dynamiskt og tøkniliga framkomið samfelag í heimssamfelagnum. Haldi, at Føroya Tele annars hevur megnað at gjørt íløgur og skapt møguleikar í kunningarsamfelagnum, við teirri ovurstóru ábyrgd fyritøkan hevur á hesum øki. Har eru bæði visjónir og dugnaskapur í fyritøkuni.

Tí skilji eg als ikki, at Føroya Tele kann leggja navn, pengar og trúvirði til ein tíðindaflutning, sum hoyrir heima í avbyrgdu einaveldissamfeløgunum hjá fúrstumog barónum í Evropa í 1800-talinum.

Og eg vil als ikki at góðtaka hetta longur.

Tí vóni eg, at stjórin og nevndin í Føroya Tele vilja svara mær alment uppá hesar spurningar sum skjótast.