Hvør kann hava fingið asbest í seg?

Jú, tynri asbest-fiprurnar eru, jú longri út í luftrásina kunnu tær sleppa. Tynstu fiprurnar kunnu treingja heilt út í blóðið.

Krabbamein, sum stendst av asbeststøvi úr arbeiðstilfari, vísir seg ofta eftir 30-60 árum, og tað rakar oftast tey, sum hava arbeitt við tilfarinum. Bæði í Danmark og fleiri øðrum londum var asbest ógvuliga væl umtókt byggitilfar, tí hetta var so eldfast og hevði bjálvandi eginleikar. Haraftrat var tilfarið lutfalsliga bíligt.

 

Asbest hevur verið brúkt í einari røð av byggiverkætlanum til eitt nú gólv, veggir, loft og sum takplátur og klædningur. Tilfarið hevur eisini verið nógv brúkt til ventilatiónsskipanir og til vatnleiðingar og kloakkir. Asbest hevur eisini verið brúkt til bjálving av hitarørum, íløt og til pløgg, sum verja móti nógvum hita.

 

Áður var eisini vanligt, at eitt nú skip vóru bjálvað innan við asbesti, sum varð sproyrað á veggirnar. Haraftrat hevur tilfarið verður brúkt til eitt nú blómukassar, bremsuskivur, pakning, drívreimar og sum tilfar til filtur.

 

Asbest er bygt upp av einari røð av náttúrligum miniralum. Tá tú arbeiðir við asbesti, rívist tað sundur í mikroskopiskar, avlangar fiprur, sum menniskju kunnu anda í seg sum støv. Tá hetta hendir, kunnu asbestfiprur treingja út í lunguni.

 

Jú, tynri fiprurnar eru, jú longri út í luftrásina kunnu tær sleppa. Tær tynstu fiprurnar kunnu treingja heilt út í blóðvegirnar og spreiða seg til ymiskar partar av likaminum.

 

Tað er prógvað, at asbest kann vera orsøkin til krabbamein í lungum, hálsi og eggrótini eins og í serstøkum hinnum kring lunguni, búkrúmi og hjarta. Eisini er ávísur illgruni um, at asbest viðvirkar til krabbamein í svølgrúmi, langa, endatarmi og maga.

 

Longu miðskeiðis í 1950-unum varð staðfest, at asbest kann vera orsøk til lungnakrabba. Seinni er so eisini staðfest, at vandin fyri krabbameini økist munandi, um tú bæði roykir og hevur verið útsettur fyri asbesti.

 

Men, hvør kann so hava fingið asbest í seg?

 

Flestu, sum hava verið útsett fyri asbesti, hava verið tað gjøgnum arbeiðsumhvørvi, sum viðkomandi hevur verið partur av. Men, tað eru eisini dømi um ávirkan av asbesti, tó at fólk ikki hava verið partur av nøkrum arbeiði, men bara hava havt tilfarið tætt at sær.

 

Dømi eru soleiðis um, at fólk, sum eru í familju við arbeiðsmenn, ið hava arbeitt við asbesti, eru vorðin sjúk, og tá kann eitt nú vera talan um kvinnur, sum hava vaskað arbeiðsklæði, ið vóru dálkað við asbesti.

 

Dømir eru eisini um fólk, sum hava búð ella arbeitt tætt við verksmiðjur, ið arbeiddu við asbesti, sum eru vorðin sjúk. Talan kann eitt nú vera um verksmiðjur ella skipasmiðjur sum brúktu asbest.

 

- Tað vísir seg eisini, at krabbamein, sum hevur sínar røtur í asbesti, oftari rakar menn enn kvinnur. Orsøkin er, at ávirkanin av asbesti gjarna hevur verið knýtt at umhvørvum, har menn arbeiddu, veit heimasíðan www.cancer.dk at siga.