Hvør króna skal framvegis vendast

Jan Walle dylur ikki fyri, at hann hevur havt tað hart sum stjóri í Smyril Line. Talan hevur verið um langar dagar og stórar avgerðir, men hann leggur dent á, at tað er við góðum smakki í munninum, at hann nú leggur frá sær

Stjóraskifti

At Jan Walle longu nú gevst sum stjóri í felagnum, hevur sínar orsøkir. Ætlandi skuldi starvssetanin annars vera eitt ár, og tí skuldi hann stjórna felagnum fram til 1. apríl komandi. Men partarnir høvdu tó møguleika at uppsiga avtaluna eftir hálvum ári, um ynski var um hetta.
Tað ynskið hevði Jan Walle, og sjálvur sigur hann, at hetta hevði fleiri orsøkir.
- Fyrst og fremst, so hava vit nú høvuðselementini í eini framtíðar strategi klár. Avtalurnar um hetta eru undirskrivaðar, og tí kann eg við góðari samvitsku siga, at eg havi loyst mína uppgávu. Tað er tann parturin, sum hevur vigað so nógv mest hjá mær í míni støðutakan.
- Fyri tað næsta, so hevur talan verið um eitt sera strævið arbeiði. Eg havi síðani 1. apríl etið morgunmat á skrivstovuni. Eg havi eisini etið døgurða og millummála her inni, so talan hevur at kalla verið um arbeiði út í eitt koyr. Umframt at talan hevur verið um nógva ferðing.
Vil tað siga, at tú longu eftir hálvum ári ert útslitin?
- Tað hevur í øllum førum verið sera hart. Stórir trupulleikar skuldu loysast, og var talan ikki um ein stjóra, sum hevði lagt so nógv fyri, sum eg veruliga havi gjørt, so kundi endin væl verið, at felagið varð niðurlagt.
- Og talan er eisini um stóra ábyrgd. Eg havi persónliga tikið ábyrgd av øllum okkara starvs- og ferðamannafólkum, sum eru á sjónum, og tað er ikki bara nakað, sum tú gerst uttan víðari. Tað kostar eisini nógvar tankar, tá trupulleikar stinga seg upp teimum viðvíkjandi.
- Hartil, so hava vit nú funnið stjóran, sum skal taka við eftir mær. Eg veit væl, at vit høvdu boðað frá, at eg gavst í sessinum um ársskiftið, men tá Tummas var tøkur longu nú, so sá eg onga orsøk at halda fram ein mánað afturat. At ein fráfarandi stjóri soleiðis situr í stólinum, undirgrevur skjótt støðu hansara í felagnum. Tí var breið semja um tað skilagóða í, at stjórnarskiftið fór fram longu nú.
Tað hevur ljóðað, at ein orsøk til hetta er, at tú og komandi stjórin - sum jú hevur verið nevndarformaður seinastu tíðina - ikki vóru so væl.
- Hatta eru bara gitingar. Sjálvandi hava vit havt nøkur trætumál sum nevndarformaður og stjóri. Men alt annað vildi verið ónáttúrligt, tá talan er um somikið ógvusligar broytingar, sum eru framdar. Vit hava havt eitt sera tætt samstarv, og tað er so sanniliga eisini honum at takka, at felagið nú er komið somikið væl áleiðis.
- Endaliga, so havi eg eisini fingið boðið annað starv. Talan er ikki um starv, sum eg havi søkt, men tilboðið var somikið freistandi, at eg fekk illa sagt nei.

Hvør króna skal vendast
Hóast hann nú er givin í starvinum, so dylir Jan Walle ikki fyri, at hann framvegis hevur sterkar kenslur fyri felagnum. Og eingin fær hann at siga, at hann ikki hugsar um framtíðina hjá Smyril Line og føroyskari ferðavinnu.
- Tað geri eg heilt avgjørt. Eg havi eisini sagt nevndini frá, at eg eri til taks, um tørvur er á míni vegleiðing í framtíðini. Ein partur av mínum hjartað fer altíð at verða hjá felagnum, og kann eg bara geva eitt evarska lítið íkast fyri at tryggja framtíðina hjá felagnum, so vil eg heldur enn fegin gera tað.
Og hevur tú nøkur ráð at geva tínum eftirmanni?
- Tað havi eg sum so. Júst nú skrivi eg ein langan lista um lutir, sum eg haldi vera týdningarmiklar, men sum eg ikki havi havt tíð at taka mær av. Men tað týdningarmesta er helst, at fokus verður hildið á effektivitetinum. Tú skalt gera góðar handlar og hava góðar samstarvsfelagar. Og so er sera týdningarmikið, at stríðsandin í fyritøkuni verður varveittur.
- Øll í fyritøkuni skulu síggja møguleikan í hesum. Tað ræður um at fanga teir stóru møguleikarnar, sum føroyska ferðavinnan inniheldur. Men samstundis er neyðugt, at ansað verður eftir hvørjari krónu. Nú er eitt fundament skapt, sum heilt víst kann halda felagnum uppi, men tað verður framvegis ein stríggin tilvera.

Kenni vegin til Flogvøllin
Eisini føroyingar fáa sum heild gott skoðsmál frá Jan Walle, men hann iðrar seg kortini um, at hann ikki hevur upplivað nakað serligt av landinum.
- Eg má siga sum er, at eg eri rættiliga staðkendur her av skrivstovuni til Flogvøllin! Men annars hevur tað verið ógvuliga avmarkað, hvussu nógv eg havi sæð. Eina ferð havi eg verið á Eiði. Og eina ferð koyrdi eg eisini til Gásadal!
- Men eg havi avgjørt ta fatan, at hetta er eitt gott land at vera í. Eisini hjá einum normanni, tí bæði mál og mentan líkjast somikið nógv. Eisini hóast eg havi lært, at normenn ikki altíð eru so væl lýddir her. Serstakliga innan fiskivinnuna.
- Og eisini sum ferðamannaland hava Føroyar stórar møguleikar. Ikki minst er náttúran so óspilt og stórsligin.
Allar rósur hava tó sum kunnugt tornur, og norski bjargingarmaðurin hjá Smyril Line heldur eisini, at tað eru lutir, har føroyingar kunnu betra seg.
- Tit mugu í nógv størri mun opna eyguni fyri umheiminum. Kanska er tað náttúran í føroyingunum, sum ger, at tit halda tykkum aftur, tá talan er um útlendskt samstarv. Her haldi eg avgjørt, at føroyingar skulu lata seg sjálvar meira upp og hava størri álit á møguligum samstarvsfeløgum. Tað vil heilt víst bera við sær, at hópin av nýggjum møguleikum lata seg upp fyri føroyskt vinnulív. Eg sigi ikki, at Føroyar skulu verða eitt nýtt Ísland. Men gongdin hjá grannum tykkara vísir heilt avgjørt, at møguleikarnir eru til staðar.