Hvør løga brølar harðast?

Hvat er betri, rakstur ið skapar vøkstur – ella íløga ið skapar viðlíkahald? Hvat loysir seg betur, at geva fólki hægri útbúgving ella breiðari veg? Tíðin er komin at brøla fyri skúlaskapi.

Øll søgdu seg undan valinum farna at vilja raðfesta útbúgving og bjóða bleytar virðispakkar. Sjálvstýrisfólk høvdu hug at biða hini ikki troka soleiðis inn á okkara higartil so einsamøllu hugsjónir, men fegnaðust kortini, tí nú mundi okkurt fara at henda. Sjálvstýrisflokkurin fór tí á val uppá betri skúlaskipan, hægri útbúgving í Føroyum, at fáa ungdómin heim, at síggja lesandi sum arbeiðsmegi, og at leggja dent á, at útbúgving er vinna. Í hesum liggur bæði okkara lívsfatan – skúli og mentan eru vegurin til størri eydnu og samfelag í landinum – og okkara íløguraðfesting – skúli og mentan eru vegurin til størri framleiðslu og búskaparligt fjølbroytni.

Men hóast lyftini um altjóða universitet og tíggjutals milliónir eyka til skúlanna, sóu vit, hvussu flestu tingfólk hugsa: 23 atkvøddu fyri at bora tunnil til Sandoyar uttan fyrst at tryggja búskaparliga grundarlagið; 31 tingfólk atkvøddu fyri fíggjarlóg við tveimum tunnlum Norð um Fjall uttan fyrst at hugsa um framtíðar búskapin hjá Norðoyggjum, sum heldur krevur, at skúladepil verður bygdur og útbúgvingarumhvørvi verður skipað.

Sjálvstýrisflokkurin mátti traðka til at bjarga Skúladeplinum í Marknagili. Vit høvdu lovað at plaffa teir leysa revolvaramenninar í CHE niður – og vit gjørdu tað – okkara broytingaruppskot varð samtykt, sum tryggjar knappar 400 milliónir til hesa útbúgvingaríløgu, umframt at atlit verða tikin til orku, umhvørvi, byggilist og skúlatørv. Men í løtuni rógva vit andróður í hesum stríðnum, tí flestu tingfólk eru sosialiseraði inn í somu vanahugsan, sum frammanundan ráddi. Tey flestu kenna ramsuna í Animal Farm (Kammerat Napoleon), at ‘fýra føtur eru góðir – tveir føtur ringir.’ Nakað líknandi er á tingi, har flestøll jabba upp í saman ‘íløgur eru góðar, rakstur er ringur.’

Løgur mugu hava tenn
Í almennum skjølum (óvist hví) eita íløgur nú bara ‘løgur.’ Men verri enn stavimátin er definitiónin av løgu. Alt úr betongi, stáli ella asfalti ið fer yvir ávísan kostnað ella tíðarkarm er løga. Síðani verður fíggjarlógin býtt í tveir partar – løgur og rakstur. Mytan, ella rættari politiska lívslygnin, verður síðani skapt, at løgur eru góðar, tí tær bert kosta einaferð, meðan rakstur er ringur, tí hann bara vindur uppá seg, kann ikki minkast aftur. Økt upptøka á hægri skúlum er tí ring, økt tunnlalong er tí góð.

Veruleikin er oftast beint øvugtur. Kári P. Højgaard fekk til dømis staðfest, at Leynatunnilin kostaði kr. 17.300.000 at umvæla – ein ørandi upphædd, svarandi til meira enn árligu útreiðslurnar til at granska og undirvísa á gamla Fróðskaparsetrinum. Hetta kann bókast sum løga – men prógvar eisini, at antin løga ella rakstur altíð má koma í løgu stað. Tunnlar eru óendaliga dýrir, serliga teir, sum ikki skapa nakran búskaparvøkstur, men bert bøta um vælferðina hjá teimum ferðandi.

At velja túsundtals undirvísignartímar heldur enn einstakar tunnilsmetrar krevur afturímóti onki viðlíkahald ella fleiri ‘uppfylgjandi’ løgur. Tí tey, sum hava fingið fak, førleika, menning og eftirútbúgving, kasta pengar av sær, økja framleiðslu, skapa vælferð hjá okkum øðrum at fordeila

Sum løgur brøla útbúgving og gransking so nógv harðari enn betong og asfalt!