Hvør ræðist mest korona?

Svar, sum byggja á eina spurnarkanning í Grønlandi, vísa, at ein stórur partur av fólkinum hevur tikið støðuna við korona-farsóttini rímiliga róliga.

 

Í mánaðir hevur covid-19 fylt heimsins íbúgvar við ótta. Men, hvør stúrir mest fyri at gerast sjúkur við korona? Í Grønlandi hava tey sett fólki hesar spurningar, og tað er Sermitsiaq.ag, sum endurgevur úrslitið.

Í Grønlandi hava tey kannað, hvussu nógv hesin ótti hevur fylt í fólkinum. Tað er HS Analyse, sum hevur sett einum umboðandi parti av fólkinum - 706 í tali - nakrar spurningar hesum viðvíkjandi.

Kanningin vísir, at ein ávísur ótti hevur verið millum fólk kring um í landinum.

Kortini vísa svarini, at ein stórur partur av fólkinum hevur tikið støðuna rímiliga róliga. 12 prosent av teimum spurdu siga, at tey eru "rættiliga bangin" fyri at gerast sjúk, og 27 prosent eru "eitt sindur" bangin, soleiðis sum svar-møguleikarnir eru orðaðir.

36 prosent av teimum spurdu søgdu seg ikki vera "serliga bangin", og 25 prosent søgdu seg "slett ikki" vera bangin.

Spurnarkanningin vísir, at tað eru fleiri kvinnur enn menn, sum stúra fyri korona. 16 prosent av kvinnunum eru "ógvuliga bangnar" fyri at gerast raktar - og bert átta prosent av monnunum siga tað sama.

34 prosent av monnunum siga seg "slett ikki" vera bangnar, og hetta prosenttal millum kvinnur er 17. Kanningin vísir eisini, sum heldur ikki er so løgið, at tað serliga eru tey, sum eru eldri, ið stúra fyri at gerast rakt av korona-smittuni.