Í stuttari grein í Sosialinum fyri tann 5. mars sipar Høgni Hoydal landsstýrismaður til eina viðmerking hjá Edmundi Joensen fólkatingsmanni um trúvirðið hjá okkara bankavinnu. Høgni leggur Edmund undir at “sáa iva um álitið á føroyska fíggjarkervið og á føroyskar myndugleikar í sambandi við, at landsstýrið fer at taka fulla ábyrgd av føroyskum fíggjarrætti”.
Hetta er eftir mínum tykki at venda tingunum á høvdið. Tað fyrsta útspælið í hesum máli kom ikki frá Edmundi, men frá tí nýggja landsstýrinum. Útspælið var, at setast skuldi á stovn eitt føroyskt fíggjareftirlit, sum (heldur ein seg skilja) skal koma í staðin fyri tað nógv virda og óhefta danska fíggjareftirlitið.
So er nakar ivi sáddur, kemur hesin ivi frá okkara nýggja landsstýri. Tað er hesin stovnur, og bara hann, sum “sáar iva um álitið á føroyska fíggjarkervið”, júst í teirri løtu, okkara bankavinna fyri einum óheftum fíggjardómstóli hevur staðið sína roynd við einum tíggjutali.
Ein krevur ikki at hava meira enn vanligt gonguvit fyri at kunna rokna út, hvørjar avleiðingar henda landsstýrisins ætlan kann fáa fyri okkara peningaviðurskiftir – og tí eisini fyri hvønn einasta borgara í okkara landi. Er onkur, ið ivast, kann hann bara kanna eftir, hvat fíggjar- og bankaserkønir sum Janus Petersen ella Peter Holm halda um hetta mál.
Ein noyðist tí, sum (ein gamaní sera lítillátin) kundi hjá peningastovnunum, sum borgari í Føroyum og sum ein, ið ynskir okkara landi góðan byr eisini í komandi tíðum, at spyrja:
Eru tit tríggir – Jóannes Eidesgaard, Høgni Hoydal og Karsten Hansen – blivnir vindandi óðir í høvdinum?