H71-Neistin 19-33 (9-16)
Hóast tað ikki var væntandi, at talan fór at gerast um ein serliga spennandi dyst sunnudagin, tá H71 skuldi takast við Neistan, so var kortini nakað av fólkið komið saman í høllini á Hálsi.
Flestu av áskoðarunum mundu helst vera viðhaldsfólk hjá Neistanum, og ikki gekk long tíð, so var greitt, at hesi helst fóru at síggja tað, tey vóru komin iðan til.
Avgjørt beinanvegin
Tað var nevnliga líkt til, at neistaliðið ætlaði sær at avgera dystin alt fyri eitt, og og áðrenn hoyvíkingarnir vóru komnir upp á máltalvuna, høvdu neistamenninir longu fingið sær eina seks máls leiðslu.
Eftir hetta varð ongantíð nakar sum helst ivi um úrslitið, og hóast hoyvíkingar gjørdu ein vørr miðskeiðis í fyrra hálvleiki, so komu teir ongantíð nærri enn tey fýra málini, sum tá vóru á muni.
Sum dysturin leið, gjørdist munurin millum liðini bara alt meira sjónligur, og hóast neistaliðið so at siga ongantíð kom rættuliga í gongd, gjørdust mótstøðuleikararnir alt meira mótfalnir, sum dysturin leið.
Málverjin besti leikari
Líkt var til, at leikararnir hjá hoyvíkingum høvdu mist alla vón um eitt líkinda úrslit, longu áðrenn dysturin byrjaði. Í øllum førum sást millum litið og einki til tann stríðsanda, sum so ofta hevur eyðkent liðið.
33-19 ljóðar kanska av nógvum, men hevði tað ikki verið fyri ein væl leikandi Jens Skipagøta í málinum, kundi sigurin lættliga verið nógv størri. Fleiri bjargaði hann frágera væl, og lítið er at ivast í, at hann hevur uppiborið landsliðsúttøkuna, sum fyri stuttum varð tillutað honum.
Nýtt andlit
Sum nevnt, so var rættuliga stórur munur á liðunum báðum sunnudagin, og tískil er ilt at meta um avrikini hjá neistaliðnum. Heini og Áki fingu tó enn einaferð prógvað, at skotstyrkin á liðnum er í lagi, og málinum hevði Petur fleiri góðar bjargingar.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki, tá dysturin longu var avgjørdur, kundi Helgi Justinussen trína inn á fyrstudeildarleikvøllin fyri fyrstu ferð, og við tveimum málum kundi hann gera sítt til at staðfesta sigurin og breiddina á neistaliðnum.
Einki avgjørt enn
Hóast dysturin hesu ferð gjørdist alt annað enn spennandi, so hava liðini bæði nógv eftir at spælu um í ár, hóast endamálini tykjast ymisk.
Neistin hevur rættuliga fingið glið á spælið í seinastuni, hóast vestmenningar enn eru fýra stig frammanfyri, so tykist greitt, at viðhaldsfólk og leikarar hava ætlanir um at fanga vestmenningar aftur.
Hoyvíkingar hava somuleiðis nógv at stríðast fyri, tí enn er bert eitt stig niður til tey bæði niðastu liðini á stigatalvuni.
Við hugburðinum, sum sýndur var sunnudagin, vinna teir sær ikki nógv stig afturat, men lítið er tó at ivast í, at hesin hugburður verður broyttur, tá eitt av veikaru liðunum stendur hinumegin miðlinjuna.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
H71: Allan Mørkøre 4, Barður Brimvík 3, Halgir Dahl Olesen 3, Eyðun H. Højgaard 3, Olaf Vestergaard 2, Annfinnur N. Debess 1, Jákup á Borg 1, Rene Dahl Olesen 1 (1), Tróndur Vatnhamar 1
Neistin: Heini Joensen 10 (1), Áki Olsen 8 (1), Kári Mortensen 4, Jákup Sverri Kass 3, Helgi Justinussen 1, Elmar Ósá 1, Áku Mørk 1, Finnur Hansson 1, Petur Magnusson 1
Brotskøst:
H71 3, Neistin 3
Útvísingar:
H71 6, Neistin 3
Dómarar úr Kyndil:
Hanus Kúrberg og Hans Thomassen