Hvør segði hvat undir nevndarbýtinum

Gerhard Lognberg, løgtingsmaður
-------



Undir valstríðinum var eg samdur við Henrik Old, og eri eg tað framvegis hvat fiskivinnini viðvíkur.

Men eg føli meg nakað úthongdan, um nakað eg ikki eiga lut í, eg havi ikki sett Henrik Old uttan fyri Vinnunevndina.

Nevndarval
Formaðurin Aksel Johannesen setti nevndirnar upp á talvu og spurdi hvørju ynskir vóru. Hann ynskti sjálvur at vera vinnunevndarlimur og setti Henrik Old sum vara.

Eg, Gerhard Lognberg spurdi Henrik, hvat hann helt um hetta, tí eg helt at Henrik helst fór í Vinnunevndina.

Henrik Old svaraði konsekvent nei nei, eg má boyggja meg fyri hasum. Ongin hevði sagt hvørki nei ella ja.

Eg undraðist um gamla flokksfelagan, sum var komin aftur á ting. Hugsaði við sjálvum mær, Henrik er broyttur, vil nokk bara hava frið. Eg róð aftur áaftur, men Henrik vildi ikki, so tað var tøgn um Vinnunevndina.

Eg sat eisini við einum vinnunevndarlimi í búkinum, men eg hugsaði, alt í lagið, er Henrik so medgjørligur, so vildi eg eisini, lat so navnið hjá Aksel standa.

Nevndir
Tað var ein onnur nevnd, sum nakað av ósemju var um.

Atkvøtt um nevndir.
Tað var bara ein nevnd, sum var atkvøtt um, har 3 høvdu áhuga, men tann knúturin var loystur so nøkunlunda í sátt og semju.

Hvat viðvíkti stuðul til flokkin
Henrik vísur á, at tað var bara í Suðuroy, flokkur gekk fram.

Gaman í, men Henrik, eg gjørdi eitt gott val, 2. hvørja stemmu í heimbygdini og stuðul runt landið.

Henrik, um tú brendi fyri Vinnunevndini so hevði tú fingið hana. Vit kundu, um ikki annað, atkvøtt um hana og hevði tú fingið mín stuðul. Men eg fari at frábiða mær allar ákærur, um at eg havi stuðla tí fiskivinnupolitikki sum Sambandið, Tjóveldið og Javnaðarflokkurin førdu undir makrelsamgonguni, tí um hetta ikki var, høvdu vit 8 fólk í tinginum.

Tí tann politikkurin var so ekstremur í byrjanini, at tú skuldi tildømis út á 13 fjóringar úr Trøllhøvda, áðrenn tú kundi drepa ein torsk.

So eg vil vísa tí aftur, at eg visti um nakra ráðagerð ímóti tær í tingbólkinum, so eg haldi ikki, at nakað hevði Káins tanka ímóti tær.

Til síðst, latið okkum føra flokkin aftur í fremstu røð saman við okkara formanni, verkafólkið og sjómanninum til fyrimunar.

Við javnaðarkvøðu