Hvør skal halda minningar­konsert fyri øllum hinum?

Tann 22. Juli í ár var ein stór­sligin minningarkonsert í Noregi. Alt Norra hittist á gøt­unum hendan dagin at minn­ast tey, sum vóru dripin tann 22. Juli í 2011. Eisini í Føroyum hittust føroyingar á Vaglinum at minnast hesi fólkini frá okkara brøðratjóð.
Síðani rættarmálið móti Breivik byrjaði, hava sjón­varps­rásirnar í londunum kring okkum rapporterað hið­ani hvønn dag. Vit hava frætt nær dómarin græt, nær for­eldrini og tey avvarðandi grótu, nær Breivik var provo­kerandi, og nær hann var eyka provokerandi.
Samstundis hava vit á hvørjum árið endurlivað sorgar­leikirnar tann 11. Sep­tember í 2001, tá ið Osama Bin Ladin og aðrir ekstrimistar lupu á stórveldi Amerika.
Vit kenna øll tær ógvusligu myndirnar frá hesum degi – myndir, sum allarhelst eiga eitt pláss í Guinnes rekordbók fyri at hava verið vístar oftast í sjónvarpið kring heimin.
Í dag skriva vit 13. Sep­tember 2012. Tað eru nú 11 ár og tveir dagar síðani 9/11. Og aftur í ár vóru vit fóðraði við alskyns upplýsingum, minn­um og minningarløtum til heið­urs/Æru fyri teimum, sum doyði hendan dagin.
Hendan hendingin broytti heimin, siga tey. Eins og morð­ið á Kennedy broytti heim­in, og Breivik allarhelst fer at broyta Norðurlond.
9/11 hevur í øllum førum havt ta konkretu avleiðing, at vit í dag noyðast at knossast við at fáa telduna upp úr teldu­taskuni, skræða belti, jakkar og onkuntíð skógvar av okk­um, og tøma vatnfløskuna áðrenn vit skulu umborð á Atlantic.- Tí hvør veit, kanska goyma vit spreingievnir í okk­ara vatnfløsku...
Men um vit hyggja eftir hvat veruliga hendi hesar báðar dagarnar, so er týdn­ing­urin kanska ikki so øgiligur kort­ini. 2996 fólk doyðu 11. September í 2001, meðan ST metir, at áleið 25.000 fólk doyggja kring heimin hvønn dag í hungri. Okey, munurin mill­um hesi 2996 fólkini tann 11. September, og tey 25.000 fólkini sum doyggja hvønn dag er, at í 2001 hugdi allur heimurin at. Og øll minn­ast hvar tey vóru tann 11. Sep­temb­er í 2001. Samstundis sum øll minnast hvar tey vóru, tá ið Breivik drap 77 norð­menn tann 22. Juli, og tey, sum eru eldri enn eg minnast hvar tey vóru, tá ið Kennedy varð skotin.
Men tá ið alt kemur til alt kann ein seta spurnartekin við hvussu stóran týdning hesar hendinga í veruleikanum hava. Ja, tað er skelkandi at síggja terrorálop í Noregi, sum jú er rættiliga tætt at okkara oyggj­um í Atlantshavinum. Og ja, tað er skelkandi at síggja, at eitt stórveldi sum Amerika kann tvingast niður á knæ av terroristum sum Osama Bin Landin. Men hond­ina á hjarta – hví leggur tú meira í, at ein norðmaður ella ein amerikanari doyr, enn at ein afrikanari doyr? Hví er tað meira ræðuligt, at nakrir (fáir) norðmenn lata lív í Utøya, tá ið vit við vissu vita, at fólk vera dripin hvønn dag kring allan heimin.
Man tað vera nakar, sum minnist tey 20.000 fólkini, sum doyði undir stýrinum hjá Robert Mugabe? Ella nær borg­ara­kríggi í Sýrialandi byrjaði? Man tað verða nakar, sum minnist hvar tey vóru, tá ið borgarakríggi í Rwanda byrjaði tann 6. Apríl í 1994. Man tað vera nakar før­oy­ingur, sum skipar fyri minn­ingarkonsert á Vaglinum til heiðurs fyri teimum 800.000 fólkunum, sum doyði har?