Skal listin stuðlast og harvið kanska stýrast ávísan veg. Ella skal hon vaksa vill? Hetta verður evnið á almennum fundi í Miðlahúsinum mikukvøldið Nú Mentanargrunnurin skal umskipast, reisir spuringurin seg aftur, um hvussu peningurin úr grunninum skal býtast út á listarliga økið.
Hvussu skulu hesir pengar brúkast? Skulu vit yvirhøvur, frá almennari síðu, stuðla list, sum ikki klárar at skapa sítt egna, fíggjarliga grundarlag.
Og um vit skulu stuðla list, hvussu skal tað so gerast? Hvør skal gera av, hvat skal stuðlast? Skulu tað vera politikarar? Ella embætisfólk í Mentamálaráðnum? Ella fólk við viðkomandi útbúgvingum?
Hvørji skulu kriteriini vera? Hevur sokallað ?góð? list, sum vendir sær til fá fólk, størri rætt til stuðul enn meira fólkslig list, sum fleiri fólk taka til sín?
Skulu vit, gjøgnum tann almenna stuðulin, stýra listini ein ávísan veg?
Hetta eru nakrir av spurningunum, sum verða viðgjørdir á almennum fundi í Miðlahúsinum mikukvøldið 10. mars klokkan 20 undir yvirskriftini »Stýring ella villur vøkstur?«
Við pallborðið sita fólk úr føroyska listaumhvørvinum, sum hava greiðar meiningar um hesar spurningar: Oddfríður Marni Rasmussen frá Listafólkasambandi Føroya, Inger Smærup Sørensen, listfrøðingur, umframt eitt umboð fyri Tjóðpall Føroya.
Tað er Tjóðveldi, sum skipar fyri fundinum.