Hvør spælir nú sjónleik?

At formaður Tjóðveldisfloksins nú veit so væl, hvussu alt skal gerast ella skuldi verið gjørt í sambandi við Famjins-skjalið, kann ikki undra nakran. Hann kann væl ikki annað, tí okkurt má hann siga.

Lisbeth L. Petersen
løgtingslimur
??????
"Løgmaður og samgongulimir spæla sjónleik", skrivar Høgni Hoydal í blaðgrein, har hann niðurger skjalið og semjuna, ið gjørd er í tí sambandi, og kallar tað eina beinleiðis skomm, sum løgmaður hevur gjørt. Høgni greiðir síðan frá, hvat hann og grønlendsku umboðini á fólkatingi hava gjørt fyri at forða fyri, at uppskotið viðvíkjandi heimildarlógini millum Danmark og Grønland verður viðgjørt har, eitt lógaruppskot, sum grønlendska landstingið annars longu hevði samtykt.

Samstarvið
Hvussu samsvarar henda støðan nú við føroysk-grønlendska samstarvið í Norðuratlantsbólkinum, har Høgni situr saman við Lars Emil Johansen og Kuupik Kleist?
Mær vitandi hevur sami Kuupik Kleist verið við til at gjørt avtaluna, ið viðgerast skuldi fólkatingi!

Samanleggingin
Gjøgnum Norðuratlantsbólkin hava teir roynt at hjálpa løgmanni burtur úr pínligu støðuni, sigur Høgni, har grønlendska heimildarlógin kann binda Føroyar og samráðingarmøguleikarnar hjá landsstýrinum.
Hvussu samsvarar hetta nú við ætlanirnar hjá sama bólki, um at leggja saman "21-mands udvalget ved-rørende Færøerne" og "Udvalget vedrørende grønlandske forhold" ?
Er hetta ikki sjónleikur burturav?