Hergeir Nielsen
Hann skal eiga takk fyri viðmerking sína, men ikki kann sigast, at
tað eyðnast honum at burturvísa sakligu atfinningunum í greinini um afturundirgerðina í altjóðagerðini.
Sjálvandi eigur almenni tíðindaleiðarin at harmast, um politikkarar skuldseta tíðindafólk hansara fyri at verða stýrd av politiska valdinum.
Soleiðis var tað nú heldur ikki gjørt í hesum føri.
Skuldsetingar mínar vóru heftar at stovninum sjálvum og dagliga tíðindaflutninginum haðani, sum tíverri er merktur av, at Sortudíki tænir Tinganesi meiri enn gott er.
Tí lá tað nær at skriva um felags stýring.
Dømini eru so mong, og takast kann uppaftur, at tøgnin í eini longri røð av løgtingsmálum, skrivligum og munnligum fyrispurningum okkara, tíverri prógvar hesa gongd
Taka vit onnur mál, sum vit ikki sjálvi bera flokspolitisku kannuna av, so er skilið tað sama.
Vit fingu td. tvær sera atfinningarsamar kanningar frá landsgrannnskoðanini í vetur.
Tann fyrra, um frávik millum játtan og nýtslu hjá landskassanum, kom í oktober 2005, og tann seinna um at grannskoða einskiljingar, kom í januar 2006.
Báðar hesar frágreiðingar vóru sera atfingingarsamar móti landsins stýri.
Tær høvdu fingið parlamentariskar fylgir og elvt til nógvan orðadrátt í øllum øðrum framkomnum samfeløgum.
Men - líka so atfinningarsamar og líka so kolldømandi hesar frágreiðingar vóru, líka so tigandi var Sortudíki.
Um tingmaður nú ivast og klívur í tvey ella sóknast eftir, hví so er, so fær hann av at vita.
Tíðindaleiðsluni í Sortudíki, sigur at:
Hetta er at undirmeta og misteinkiligera hesi fólk, sum øll halda seg burtur frá politiskum flokkum ella arbeiði, sum kann skaða trúvirðið í tíðindaarbeiðnum.
Álop er besta verjan, og tíðindaleiðarin hopar her við sjeymálafetum undan ábyrgd síni.
Í staðin fyri sakligar afturvísingar velur hann at skuldseta eina kristiska rødd fyri persónliga forfylging av starvsfólkum sínum.
Hetta var betri óskrivað.
Heldur leiðslan í Sortudíki seg sleppa at múlabinda lurtaran við at skuldseta hann fyri persónliga forfylging, so heldur hon seg ivaleyst eisini liva í einum totaliterum samfelag.
Hetta er hinvegin minni gott fyri okkum onnur, sum halda okkum liva í einum opnum demokratiskum samfelag.
Tíðíndaleiðarin sigur víðari:
At málið hjá Hergeiri Nielsen Uppskot til samtyktar um EFTA og ræði av málum og málsøkjum er druknað í stóru málsrúgvuni upp undir tingsetulok, tá atkvøtt varð um málið uttan at álit var skrivað, er spell.
Álvaratos, harra tíðindaleiðari.
Løgtingsmálið um EFTA varð lagt fram 28. februar og tingsetan endaði 5. mai. Tað var nr. 70 av 116 løgtingsmálum, og lá sum soleiðis rímiliga langt frá druknideyðanum í útvarpinum.
Nei, aftur her noyðast vit at halda fast um, at Sortudíki rennur ørindi fyri Tinganes.
Málið er sera nívandi og keðiligt fyri eina samgongu, sum sigur seg hava eina heilt serliga visjón í altjóðagerðini.
Visjónin um at teljast millum heimsins fremstu lond við bindi fyri eyguni og loki fyri oyruni, átti at veri ein sannur gloypibiti fyri útvarp okkara, men so eiðasørt.
Ein kritisk rødd í einum frælsum útvarpi hevði havt jóladagar í øllum øðrum londum.
Hon hevði ligið í andvekri, til hon hevði fingið svar uppá, hví landsins stýrið ræðist eina samtykt um, hvørjum tað skal stevna eftir.
Eitt er, at tað almenna útvarpið brúkti úti við tveir mánaðir at koma eftir, at eitt størri tingmál lá til tingsins viðgerð.
Annað er, at útvarpið køvdi tíðindini um lagnuna hjá hesum máli við eins tryggari hond, sum landsstýrið køvdi samtyktina í tinginum.
Tá so er, er hugsandi, at vit onkustaðni fáa fyrigeving fyri illavorðnu hugsanum okkara, um nú Tinganes er stýrt úr Sortudíki, ella Sortudíki er stýrt úr Tinganesi.