Agga Niclasen
[email protected]
-----------
Eg havi skrivað um politisk viðurskifti í nøkur ár nú. Nøkur finnast at uppsetingini, onnur at fattandi grundgevingum, tá tað er sólarklárt, at hetta handlar um okkurt annað — ein persónlig klemma, til dømis. Ella, og oftast, at halda við sítt ella tað, determinerandi vinarskarin sigur, tú skalt halda, óansæð hvat (!) So, klárar tú ikki mótargumentið og ágangandi kritikk, so tekur tú mannin. Ella læsir kjakið.
Ikki tí, nøkur skulu faktiskt leiðast heilt til málstrikuna og fáa forklárað samanhangir, enntá í polemiskum teksti, sjálvt víðariútviklað búrhøsn fata. Onnur eru bara ósamd, meðan uppaftur onnur halda tað vera ov herviligt, samansett og langt at fáast við. (Tað seinasta er skilligt... eftirsum fólk hava so úr at gera við at “dáma” á facebook í tí misskiljing, at hetta er at inna politiska aktivismu.)
Oftani, ikki altíð tilætlað, havi eg styðjað ópopulerum kampanjum og persónum, spýtt eld eftir frælsisnápandi formyndaríi, serliga heilsufanatismu, vitleysari veruleikaflýggjan og sparkað út eftir dovnum og kvalandi samlyndi.
Sum altíð, í øllum málum, leni eg meg at einum libertianskum, kalla tað liberal-marxistiskum perspektivi. Men, trúliga, aldri fyrr eri eg blivin kategoriseraður “ónormalur” og “sjúkur” fyri at siga nakað so liberalistiskt, so frígerandi, sum “bums nei, kortanei” til at lata statin umdefinera hjúnaskapin”.
Privat floyti eg á retoriskan ágang. Eg havi verið kallaður “homofob” og ákærdur fyri at “umboða alt tað, ið er galið við Føroyum”. Í stuttum: “Tú ert grundin til, at klókir og sensitivir føroyingar ikki koma aftur.” Forrestin, eisini tað floyti eg á.
Av kenningum og fyrrverandi kenningum eri eg staðiliga blivin biðin um at halda uppat við at stríðast á somu síðu sum “tey kristnu”, tey agggomlu og Miðflokkurin: “Lat vera við at koma við sovorðnum helvitis vrøvli, at mótarbeiða samkyndum. Tey eru so fá. Ein minniluti. So synd. Tey makta tað ikki.”
Eitt er “homofob”. Eg eri blivin kallaður nøvn verri enn tað, á gøtuni og um teldupost. Eisini fb, havi eg latið fortalt.
Og, opinberiliga, á sama asosiala miðili, at eg havi “brúk fyri hjálp”... hmmm, dekan og so persónligt og lurvut, at eg bjóði viðkomandi av at siga hesi somu orð við meg andlit til andlits.
Líkamikið, alt hetta forhánilsi og generelli níðingsskapur bert tí eg muti ímóti einum kulturelt einsrættandi og ódiskriminerandi lógaruppskoti, sum fer at forkoma eini samfelagsligari institutión for good; og eini lættari greining av, hvussu djúpt vónsprongdur eg eri av samkynjutoppinum, einaferð á kjaft við sjálvsáliti og eyðkenniligum sjálvræði og uppfinnsemi, til nú at søkja aksept ígjøgnum eina reint heteroseksuella institutión—hvat í sjálvum sær er ekstremt homofobiskt. Alt hetta, so at samkyndir menn og kvinnur kunnu “føla seg heil”... kosta hvat tað kosta vil.
(Og, sjálvandi, alt blívur hvaðna meiri merkverdugt og troyttandi, tá vit dagliga skulu hoyra upp á LGBT og tess nikkandi stuðlar prædika upp og niður, eystur og vestur um bloody “tolsemi”, so skjótt sum teirra egna sannføring er kroyst—hetta, samtíðis við at ongin miðil her á landi, og so slettis ongin journalistur, torir at kroysta henda ráðaríka og friðaða snakkiklassa.)
Bestemt, hugburðurin til samkynd er tíansbetur broyttur; fyri tað mesta til tað betra. Sjálvur var eg ein teirra, ið byrjaði “stríðið”—so er tað sagt. Men tað eigur ikki at merkja, at tú av hesum partú mást leggja teg undir alt tað ósjálvstøðuga, mannminkandi og anti-demokratiska bullshittið, modernaða bøssaelitan nú kemur við. Hetta er ein óalmindeliga umráðandi sundurskilnaður. Tað er jú perverst ótolsemi at skíra kristin, marxistar og onnur hampafólk “ótolerant” og “homofobar”... bert tí tey ikki taka undir við apsalutt øllum, ein minniluti nú einaferð finnur uppá og hálvherðnaðarliga heldur fast uppá, fyrilitsleyst skal trumfast ígjøgnum.
Eg kenni meg ikki aftur í hesum. Als ikki. Og eginliga harmar tað meg, at eg ikki longur “eri í parti við” teim samkyndu. So er eisini tað sagt.
Fyri tað stuðla rættiliga nógv fólk uppgjørda “rættin” hjá samkyndum at giftast. Ert tú gemenur fínborgari og hevur eitt framhaldandi ynski um at vera dus við og passa inn í bourgeoisiska toppin, ella góðtikin av LGBT og øðrum, ið dominera redaksjónir kring landið, tá rættar tú teg eftir teirra harra-boðum.
Sjálvandi, kulturfólk og journalistar, serliga í Føroyum, eru ov ryggleys og intellektuelt degenereraði at gera annað enn sleikja kynsligum minnilutum upp og niður eftir bakinum; men tað er væl eisini blivið til tað, í modernaðum ringum, at “ert tú nakað”, ella hevur eitt brennandi ynski um at verða tað, tá mást tú slikka.
Hví? Hví eru øll hesi fólkini endað so evindaliga samd? Har tey, ið vilja varðveita hjúnabandið, taka til sín og, at byrja við, sáttliga argumentera ímóti kravinum hjá LGBT og tess herðaklapparum, skúgva tey síðstnevndu bara alt frá sær. Tey láturliggera. Og tá vit so láturliggera aftur, hvat tey kulturradikalu og bleytir menn og teirra striksu kvinnur ikki torga, er fanin leysur við seinnameiri fordømingum um hvør tey halda, tú og eg eru.
Tey halda, í teirra begrensaðu undirbrotligheit, at øll rættsiktað fólk mugu stuðla bøssabrúdleypinum. Herí finst forkláringin. Tað, tey halda vera ein innanhýsis semja, er faktiskt ein innanhýsis einsrættan. Onki undur í, at ov nógv fólk styðja “samkyndum hjúnalagi”, so ella so.
Samkynjustuðlar eru nú so bangnir ella fucked-up, at teir ikki longu hava ánilsi fyri, um bøssabrúdleypið er nakað, teir nú veruliga taka undir við ella nakað, teir so ella so vita, teir bara mugu taka undir við.
Bøssabrúdleypið gevur okkum eitt forherðað innlit í, hvussu nýmótans autoritisma og bólkatrýst verða brúkt í 2014 at útiloka og beina fyri meiningum, sum fyri nýakademiska klassan tykjast í so fordømandi, gamalsligar, diskriminerandi ella, og hetta er mín favorittur, “persónligar”—fyri ikki at nevna trúsagdar. (Viðvíkjandi tí “persónliga”, so eri eg ongantíð meiri “persónligur” enn tað, at tann, eg havi verið “persónligur” um, sjálvur hevur loyvt sær at vera um seg sjálvan almennt. Tað er væl kriteriið.)
Hasi, ið andøva ímóti bøssabrúdleypinum, bæði fyri at varðveita tað og tí, at ein statsuppíblanding er ódemokratisk, verða nú viðfarin av LGBT og ókritisku pressuni á sama hátt samkyndir aktivistar blivu fyrr í tíðini: sum nakrir løgnir vanskapningar, tú bara bíðar eftir fara at lata seg umvenda!
Nógv halda, at tað er super, at so nógv so skjótt broyta meining um bøssabrúdleypið, ella bara okkurt yvirhøvur. Tað haldi eg ikki. Hetta er ikki eitt fólkaræðisligt heilsutekin. Almannahugsan eigur ikki at broytast so skjótt í fríum samfeløgum. Ger hon tað, tá loyvi eg mær at ivast í, um samfelagið nú er so frítt. Ella, at almannahugsanin ikki er broytt so skjótt og nógv, sum LGBT vil hava okkum at halda, hon er.
Seinasta pretið hjá LGBT-militsini er kolonial-trikkið: nettupp fyri at skunda undir almannahugsanina. Altso, eftirsum at tú ikki fangar, at hjúnabandið er institutionella og samfelagsliga súmbolið upp á sambandið millum mann og konu, verður tú, av bøssaelituni, sendur sum ein onnur bitch til Danmarkar at slatra—sum bert kann lesast sum mannminkandi perversitetur, tá hann leikar harðast á.
Við hesum ódemokratisku harraboðum, ella ynski at hoyra til, fært tú samband við Danmarks Radio og tess, av føroyingum, yvirbedáraðu journalistar. Endamálið, sjálvandi, er at, í besta hjálandastíli, kæra sína fake stakkalaneyð fyri eldraráðnum, Móður Danmark, í tí vón, at hesir vitbornu klumpar megna at harta okkum hálvbýttu føroyingar ikki at vera so býttir.
Ein onnur grund. Tá ið kulir elitubólkar bestemma seg fyri at halda tað sama um eitt bestemt mál, hvat teir ofta gera, og er nokkso órógvandi, kann tað lættliga enda sum “vanligt skynsemi”, eitt sjálvsagt mál. At andøva ímóti tí, kann av tí sama vera sera skaðandi, enntá hóttandi í mun til tín sosiala og moralska status í samfelagnum. Ein-dimensiónella LGBT demoniserar tessvegna avmarkaða kjakið um bøssabrúdleypið. Bara tað, at vit hava eitt líkinda kjak um hetta og bøna um tolsemi, er ógóðtakiligt. Ein uppringing her, ein email har, og shut-down alt kjak.
Sum John Stuart Mill grundgav fyri í hansara klassiska verki, On Liberty: “If all mankind minus one were of one opinion, and only one person were of the contrary opinion, mankind would be no more justified in silencing that one person, than he, if he had the power, would be justified in silencing mankind.”
Altso: annaðhvørt er skrivifrælsi frælst, ella er tað ikki! Og í Føroyum er tað ikki. Ikki beint nú. At brúka “tað er synd í okkum”-kortið, er ikki ein heimilað grundgeving, sjálvt ikki vegna minnilutum ella veruleikaflýggjandi persónum, ið velja at almannagera hesa semantisku flýggjan.
Sami minniluti, væl bakkaður upp av politiskum ungmannafeløgum, ið halda seg vera liberal og ordiliga right-on, gera nógv burturúr orðinum “borgarlig” í hugtakinum “borgarlig vígsla”. Men, seriøst, reality-check! Einasti orðið, ið gongur aftur í “kirkjulig vígsla” og “borgarlig vígsla”, er “vígsla”. Hjúnabandið er ikki geografiskt treytað.
Tað kann tí gera tað sama, hvørt tú verður vígdur í kirkju, á botninum í Trongisvágsfirði, undir einum Kia ella kommunalt hjá Heðini. So alt hetta smooth-tosið, “men tað er eitt borgarligt hjúnaband, so hvat er problemið?”, er svikafult.
Ung javnaðarfólk, hvørs herðataska við meira, sjálvandi, er multinasjonalt um ein háls, mugu óivað kýta seg í hesum forstáilsi, men: tað er ein ógjørligheit at hava hjúnaband 1 og 2.
Endaliga. “Men einki fer av mær sleppa samkynd at giftast”, sutlar Rigmor Dam. Tað er væl møguligt, Rigmor. Hinvegin, Rigmor, tað handlar ikki um teg. Heldur ikki hetta, Rigmor.
Hjúnabandið er ikki nakað individualiserað relativistiskt ting, men ein úrveljandi serstovnur, og tí, Rigmor, eigur spurningurin heldur vera: “Fer nakað av hjúnabandinum?” Svarið? “Sjálvandi fer tað tað!”
Tað fer so nógv av, og tað alt fyri eitt, at tað ikki longur fer at vera erligt at práta um eitt hjúnaband í heila tikið. Har var bert ein felagsnevnari, eitt klistur, og tá ið tað er komprimerað, er tað hervið eisini annulerað. Ferdigt.
So tak eina avgerð um tað, Rættarnevndin!