Hvør var Rudolf Diesel?

Tíðindaskrivið Ellisakfør var í farnu viku sent út til limirnar í áhugafelagnum Føroya Ellisakfør. Talan er um 19. árgang av blaðnum, sum er í A5 stødd við 48 blaðsíðum.

Í blaðnum eru áhugaverdar greinar um tiltøk felagsins, sum t.d. túrar við bilum og motorsúkklum umframt annað søguligt tilfar. Ein áhugaverd grein er t.d. um Rudolf Diesel, sum uppfann dieselmotorin, søguligt føroyskt biltilfar hjá Hergeiri Petersen er eisini í blaðnum umframt nógv ymiskt annað.


Áhugafelagið Føroya Ellisakfør varð stovnað í 1992, og felagið hevur givið út limabløð øll árini.

Formaður í felagnum er Eirikur Ó. Simonsen. Heimasíðan hjá felagnum er: www.ellisakfor.com