Hvør verður United-venjari?

Serliga tríggir mans eru favorittar at taka við næsta summar - sí listan her.

Eftir at hava verið undir trýsti í eina tíð fekk José Mourinho fyrradagin sekkin sum venjari hjá Manchester United. Tað gekk ikki leingi áðrenn felagið kunngjørdi, at fyrrverandi norski áleypari teirra, Ole Gunnar Solskjær, nú varð nýggjur venjari.


Ole Gunnar Solskjær er í fyrstu atløgu settur sum fyribilsvenjari restina av verandi kappingarári. Hann er eitt gott boð upp á ein, ið kann verða settur í fast starv sum United-venjari næsta summar, men hann er tó ikki favorittur til starvið. Tað er Tottenham-venjarin, Mauricio Pochettino.


Niðanfyri sæst ein listi við favorittunum at gerast næsti United-venjari í føstum starvi. Oddsini eru frá Sportingbet.


Mauricio Pochettino 2,75

Ole Gunnar Solskjær 4

Zinedine Zidane 4

Massimiliano Allegri 12

Laurent Blanc 12

Antonio Conte 12

Eddie Howe 14

Nuno Espirito Santo 20

Diego Simeone 20

Leonardo Jardim 25

Joachim Löw 33

Carlo Ancelotti 33

Didier Deschamps 33

Michael Carrick

Nicky Butt 33

Arsene Wenger 40