Hvør vil vera heksin? - hvør vil vera hetjan?

SJÓNLEIKUR
Tíðindaskriv frá Leikarafelag Føroya og MáF

Summarið nærkast í hvørjum, og fyrireikingar til Føroya størstu summarstevnu, ólavsøkuna, eru byrjaðar.
Tað eru aftur Leikarafelag Føroya og MáF, sum eru fyrireikarar til stóra útisjónleikin, sum verður á Ólavsøku. Í ár verður evnið KÆRLEIKI. Kærleiki sæddur úr alskyns vinklum. Tann góði kærleikin og tann ringi kærleikin - romantiskur kærleiki - kærleiki/ hatur - at liva fyri kærleikan/ at doyggja fyri kærleikanum o.s.fr.
Vit kaga inn í ævintýrheimin og fara at framføra kend ævintýr sum Snjóhvítu, Øsku-fíu, Svínadrongin, Tornarósu og aðrar minni kendar søgur, sum eisini eru um hin stóra kærleikan.
Stóri spurningurin er:
-Hvør vil vera heksin? Hvør vil vera hetjan?
-Og hvør vil vera dansarin sum dansar okkum oman gjøgnum Havnar gøtur?
-Hvør vil skapa teir litríku búnarnar og tey stóru hjørtuni, sum fáa hvørt hjarta í Havn at duka á Ólavsøku?
-Og hvør vil smíða karetuna, sum brúðarparið skal flytast í?
Ja, nú hava øll møguleikan - ein spennadi verkætlan, sum miðar ímóti at gera Ólavsøkuna eitt sindur stuttligari, litríkari og meira fjøltáttaða.
Seinast Ólavsøkuleikur var spældur, í 2002, vóru umleið 100 luttakarar, - í ár vóna vit at fáa enn fleiri. Venjingarnar byrja 19. juni. Listarligur leiðari er Marita Dalsgaard.
Scenografi og búnum fer Elisabeth Pike at standa fyri, og tónleikin samskipar Trygvi í Brekkunum.
Okkum vantar fólk at spæla sjónleik, statistar, dansarar, fimleikarar, fólk at seyma búnar, fólk at mála leiktjøld, fólk at smíða, og fólk, sum tíma at verða rundanum tiltakið og hjálpa til við ymsum praktiskum uppgávum.
Hvør kann vera við?
Øll fólk í Føroyum, sum eru eldri enn 17 ár og sum hava hug til eina stuttliga avbjóðing.
Eru tit t.d. ein bólkur av fólki í Klaksvík, á Tvøroyri ella aðrastaðnis, ið hevur hug at luttaka í stóra ólavsøkuleikinum, ber tað eisini til.
Øll áhugaði eru vælkomin at støkka inn á gólvið í skrivstovuni hjá MáF, sum er í Hans Andrasarhúsi, undir Pisuvarða 2 í Havn, ella at ringja ella senda teldupost.
Tlf. 31 56 24
t-post: [email protected]