So er tíðin komin, tá øll fótbóltsáhugaði fara at sita frammanfyri sjónvarpinum og hyggja eftir 22 monnum, ið renna eftir einum bólti, sum stóð tað um lív. Vit vilja vita hvør tú heldur fer at vinna.
Um 24 tímar byrjar 14. EM endaspælið í søguni, sum verður í Póllandi og Ukraina. Tað er 16 lond við í endaspælinum og tey eru deild upp í fýra bólkar. Nummar eitt og tvey í hvørjum bólki koma so víðari til fjórðingsfinalurnar. Sjálv finalan verður í Kiev í Ukraina 1. july.
Bólkur A:
Pólland, Russland, Grikkaland og Tjekkia
Bólkur B:
Týskland, Holland, Portugal og Danmark
Bólkur C:
Spania, Italia, Kroatia og Írland
Bólkur D:
Ukraina, Frakland, Ongland og Svøríki
Fyrsti dysturin verður í morgin klokkan 17.00 millum Pólland og Grikkaland og klokkan 19.45 spæla Russland og Tjekkia. Tey eru øll í bólki A. Leygardagin verða so tveir dystir í bólki B.
So er spurningurin hvør vinnur EM og hví? Gev okkum tykkara boð upp á ein vinnara í teiginum niðanfyri.