Danska havaríkommisjónin hevur nú almannakunngjørt úrslitið av kanningunum hjá sær av vanlukkuni í Skopunarfirði, tá farmaskipið Mykines rendi á útróðrarbátin Mars.
Ein 71 ára gamal maður, umborð á Mars, lat lív í vanlukkuni.
Havaríkommissiónin leggur dent á, at hon ikki hevur gjørt kanningina við tí endamálið at leggja skuld á annan partin, men einans við tí fyri eyga, at kunna læra okkurt frá óhappinum.
Niðurstøðan hjá Havaríkommisjónini er, at hvørgin parturin gjørdi nokk fyri at sleppa undan einum samanstoyti.
Havaríkommisjónin fýlist á, at varðhaldið umborð á Mykines ikki var nóg gott.
- Umborð á Mykines gjørdi vanliga arbeiðssiðvenjan, at vakthavandi hevði aðrar og fleiri uppgávur enn tær primeru. Stýrimaðurin var settur at leggja eina nýggja kós til Íslands. Maðurin, sum skuldi standa á varðhaldi, sat í messuni og skaffaði, áðrenn hann skuldi á vakt, og skiparin mátti tí, út yvir at føra skipið, standa á varðhaldi, samstundis sum hann var upptikin í eini samrøðu við maskinmeistaran. Við øðrum orðum var manningin í ferð við at gera nakrar av hinum mongu uppgávunum, sum hon hevði, skrivar Havaríkommisjónin.
- Yvirskipaða orsøkin til at Mykines ikki sá Mars, er siðvenjan á brúnni undir sigling. 31. august 2017 førdi hendan siðvenjan til, at vakthavandi navigatørur ikki sá Mars nóg tíðliga til at forða einum samanstoyti, skrivar Havaríkommisjónin.
Teir báðir eldru menninir á Mars sóu Mykines, men orsaka av myrka veðrinum, tað var stjørnuklárt, men einki mánalýsi, dugdu teir ikki at meta um fjarstøðuna millum skipið og bátin og ei heldur ferðina á skipinum. Hóast teir gjørdu tað rætta undir vanligum umstøðum, snaraðu í stýriborð, so vóru teir nú ov nær Mykinesi til at tað gjørdi nakran mun, skrivar Havaríkommisjónin.
- Soleiðis áttu bæði skipini lut í vanlukkuni. Mykines, við ikki at gera nakað, áðrenn tað var ov seint, og Mars, við at gera nakað, men tó ov seint ella ov lítið til at forða samanstoytinum, skrivar Havaríkommisjónin.
Havaríkommisjónin sigur at ein av høvuðslærdómunum frá vanlukkuni er hvussu manningarnar royna at halda vaktirnar á brúnni, samstundis sum aðrar neyðugar uppgávur mugu gerast.
- Ideelt eigur vakthavandi at halda seg til høvuðsuppgávuna, sum er at stýra skipinum trygt. Kortini vilja tað altíð vera aðrar uppgávur, sum fara at órógva vakthavandi í styttri ella longri tíðarskeið. At skilja, hvussu hetta arbeiðið mennist og broytist yvir tíð, og hvussu tær ávirka vaktarhald á brúnni, eiga skipsleiðslur og reiðarar at hava í huga, tá manning, arbeiðsfyrireiking og siglingarleiðir vera lagdar og endurmettar, skrivar Havaríkommisjónin.