Hvørgin fekk frið

2. deild: Hvørki HB ella KÍ kunnu kenna seg vís í striðnum um niðurflyting, eftir at liðini býttu stigini leygardagin

HB-KÍ 2-2 (0-1)


Fyri bæði liðini var tað av altavgerandi týdningi, at stig fingust burtur dystinum leygardagin. Einamest tóktist hetta umráðandi hjá HB, sum síðani summarfrítíðina hevur havt kós beint móti botninum, meðan tað hinvegin hevur gingist klaksvíkingunum nakað betri.


HB liðið er nógv broytt seinastu dystirnar, og verður tað nú í nógv størri mun satsað upp á royndar leikarar, ístaðin fyri at vóna, at teir yngru skulu halda liðinum uppi. Sostatt var bert pláss fyri Eyðuni Højgaard og Ransin N. Djurhuus av teimum yngru í byrjunaruppstillingini. Royndir menn so sum Jónleif Sólsker, Kaj Leo Johannesen, Gunnar Mohr og Heðin Joensen vóru millum teirra, sum mannaðu hini plássini.

Hjá KÍ var talan um eitt sindur meira blandað fólkaslag, men tað vóru tó tveir leikarar við royndum, sum stóðu fyri tí mesta. Tomislav Sivic og Allan Joensen vóru allar 90 minuttirnar á vøllinum, og tað var eisini fyrst og fremst, tá hesir høvdu bóltin, at vandi var á ferð.

Einasta málið í fyrra hálvleiki var eisini eitt úrslit av samspæli teirra millum. Tomislav fekk bóltin í einum kvikum mótálopi, og tá Allan yvirlappaði, varð bólturin sleptur júst í røttu løtu, og Kaj Leo hevði ikki ein livandi kjans, tá bólturin varð langaður fram við honum.


Sovandi út

Størsta partin av fyrra hálvleiki var tað KÍ, sum hevði yvirvágna í spælinum, og eftir at teir kundu fara til hálvleiks við lítlu leiðsluni, mundu tey flestu rokna við, at teir eisini skuldu vinna dystin. Tað tók tó ikki HB leikarunum nógva tíð at fáa javnvág í roknskapin. Eftir at hava givið bóltin upp, var ein long sending løgd oman móti horninum, og tá bólturin so varð lagdur inn fyri, setti Florin Mihaéscu kollin á.

KÍ leikararnir tóktust ørkymlaðir av hesum, og eina løtu eftir málið, hevði HB greiða yvirvág, og fleiri heilt góðir møguleikar spurdust eisini burtur úr, men mál fingu teir tó ikki. Spakuliga kom KÍ við aftur í dystin, og aftur vóru tað teir báðir veteranarnir, sum tóktust vandamestir. Serliga Tomislav var væl upplgadur, og tað var meira enn tí einu ferðina, at hann so at siga gjørdi gjøldur burtur úr Bjarka Mohr, sum hevði ótakksamu uppgávuna at mansverja jugoslavan.

KÍ legði seg á odda aftur, tá Allan Joensen dróg frá miðjuni, og staddur skamt uttan fyri brotsteigin lat hann skot av. Kaj Leo hálvbjargaði, og eftir at hava fingið fatur á returinum, kundi Tomislav sera hegnisliga senda bóltin í netið frá spiskum. KÍ hevði eftir hetta onkran heilt góðan møguleika at leggja seg á odda, men líkt var til, at teir máttu taka til takkar við einum teprum sigri.

Hetta gjørdist tó av ongum, tí heldur óneyðugt fekk HB fram móti dystarenda javna fyri aðru ferð. KÍ málverjin, Meinhard Joensen, framdi eitt fullkomuliga óneyðugt brotsspark, tá hann fór út eftir einum hornasparksinnleggi, og Florin takkaði fyri møguleikan.

Sostatt gjørdist javnleikur úrslitið, hóast KÍ løtu seinnu átti brotsspark. Dómarin metti tó, at brotið móti Tomislav varð framt á sjálvum brotsteigarmarkinum, og tá frísparkið frá Tomislav tók undirsíðuna á tvørtrænum, slapp HB við skrekkinum.

Eitt stig í part var helst minni, enn báðir partarnir høvdu vónað. Tað bøtti tó nakað um støðuna, at Royn tapti móti B36, so alt í alt gjørdist fjarstøðan til beinleiðis niðurflyting størri.


HB-KÍ 2-2 (0-1)

0-1: Allan Joensen

1-1: Florin Mihaéscu

1-2: Tomislav Sivic

2-2: Florin Mihaéscu (br.)