Hvørgin slapp

B36 misti eitt fet í silvurdystinum, og NSÍ livir enn í vandanum fyri beinleiðis niðurflyting, eftir at liðini býttu stigini sínamillum leygardagin

2. deild

Stantum verður ofta tikið til, tá talan er um javnleik í sjavs, og tað man eisini vera ein hóskandi orðing, tá takast skal samanum dystin millum NSÍ og B36 í aðru deild hjá monnum.
Tað var nevnliga so at hjá báðum pørtum ráddi um at fáa trý stig. Hjá B36 var tað dysturin um silvurið, sum taldi mest, meðan tað hjá NSÍ ráddi um at fáa ein sigur, soleiðis at tað endaliga kundi staðfestast, at liðið eisini er í næst bestu deildini komandi kappingarár.
Hetta eydnaðist tó hjá hvørjum av pørtunum, og saman við úrslitunum í hinum dystunum í deildini, viðførdi hetta, at støðan hjá báðum liðunum versnaði. B36 datt aftur á triðja plássið, og skulu nú vinna seinasta dystin á LÍF, um teir skulu hava heiðursmerki, og hjá NSÍ er tað nú avgerandi, at teir fáa stig í Sumba, um teir ikki skulu spæla um upp- og niðurflyting, ella í ringasta føri flyta beinleiðis niður. Hetta um NSÍ tapir sín dyst í Sumba, samstundis sum HB á seinasta leikdegi vinnur á KÍ í Klaksvík.

Dysturin í tølum
NSÍ-B36 1-1 (1-0)
1-0: Andy Olsen
1-1: Jón Brekku