Hvørji eru vit?

Tíðargrein:

Gamal sum eg eri, havi eg vant meg við at hoyra og lesa politiskan lættisoppalestur frá hinum flokkunum. Hvør tímur at taka sær av tí? Annarleiðis harmar tað meg, tá talan er um Sambandsflokkin. Tað var ikki gamalt at hoyra ella lesa slíkt frá okkara flokki. Tá eg eri bangin fyri, at Føroyar og føroyingar hava ilt við at koma endaliga og varandi upp undan, er orsøkin, at vit bera fram ov nógv ósannindir, ikki bert fyri øðrum, men eisini og serliga yvir fyri okkum sjálvum.

Okkara kæri løgmaður var í nýggjársrøðu síni sera bjartskygdur og trýr fult og fast upp á egin evni og megi, sum hann tók til. Alt gott um tað.

Ein setningur í byrjanini av nýggjársrøðuni, sum serliga fall mær fyri bróstið, og sum ofta og longi hevur verið borin fram, er hesin: »Og hóast vit hava verið fyri bakkøstum gjøgnum tíðirar, hava vit altið fótað okkum aftur. Ikki minst í hálvfemsunum, tá vit eftir bert fimm árum vendu einum samfelagi á húsagangi til eitt ríkt land við einum sunnum búskapi«.

Hetta fekk meg til at seta mær sjálvum spurningin: Hvørji eru vit, sum eru so “fantastisk”? Hann má meina vit føroyingar. Men er tað yvirhøvur rætt, at vit føroyingar eftir bert fimm árum vendu einum samfelagi á húsagangi til eitt ríkt land við sunnum búskapi? Er tað rætt, at vit føroyingar framdu nøkur roysninsverk í hesum sambandi? Tað ringasta ein kann gera, serliga yvir fyri komandi ættarliðum, er at lúgva fyri sær sjálvum og teimum sum koma aftaná.

Er sannleikin ikki heldur, at føroyskir politikkarar eftir fimm árum, frá 1985 til 1989, megnaðu at koyra eitt sunt og sterkt samfelag, høgt í metum, við høgum kredittvirði, á húsagang?

 

Hava vit gloymt ella “fortrongt” alt?

Hava vit veruliga longu gloymt alt um, hvussu illir føroyingar vóru við danir, tí hesir vildu hava ávirkan á hvussu kreppan skuldi loysast? Og hevði kreppan yvirhøvur verið loyst, um teir ikki løgdu tríggjar milliardir krónur á borðið, helvtin sum gáva og helvtin sum bílig lán? Í hvussu so er ikki eftir fimm árum.

Minnast vit ikki framhaldandi “krimikendu” undirhaldssendingarnar, har vit undir borðinum sóu myndir av nøkrum ókendum beinum ganga aftur og fram, meðan danir vórðu skuldsettir fyri líkt og ólíkt? Mundi talan verða um tjóðveldisbein uttan cowboybuksur, men ílætin myrkar nýpressaðar klædningsbuksur og nýpussaðar svartaskógvar? Um danir høvdu lagt ráðagerðir til rættis, høvdu teir sitið stillir og við knøunum inn undir borðið. Hesar sendingar settu sær sjálvsagt djúp spor í vanliga føroyingin, ikki minst tí tær vóru bornar fram av okkara almenna publikservice stovni.

Minnast vit ikki gangin í løgtinginum, har tinglimir úr øllum flokkum settu fram krav um endurgjald frá dønum, tí at teir fyrst høvdu koyrt okkum á húsagang, og síðan lokkað okkum at yvirtaka gamla Føroya Banka, sum seinni vísti seg at gerast besta íløga, sum Føroya Landsstýri hevur gjørt?

Minnast vit ikki áhaldandi skuldsetingarnar upp til dagin í dag móti dønum, tí teir høvdu blakað Palleba og Marsannu úr teirra egnu húsum? Í dag vita vit, at danir tryggjaðu bankunum so mikið av peningi, at milliarda avsetingar eru afturførdar og milliardaupphæddir eru goldnar landskassanum sum vinningsbýti.

Hava vit gloymt, at øll okkara fiskiskip, sum skyldaðu eina milliard krónur, blivu stórt sæð skuldafrí, og at øll okkara flakavinna, sum skyldaði meginpartin av einari milliard, gjørdist stórt sæð skuldafrí, og at ein røð av vinnufyritøkum á landi vórðu saneraðar? Alt við donskum peningi.

Sjálvt tað fátækasta afrikanska landið hevði sprottið og vaksið upp til skýggja, um tað fyri hvørjar fimtitúsind íbúgvar fekk tilskot upp á eina milliard um árið, og har afturat tríggjar milliardir í eingangs tilskoti (helvtin gáva og helvtin bílig lán), væl at merkja um peningurin - sum hjá okkum - kom út til alt fólkið, afrikanska verkamannin og verkakvinnuna.

 

Okkara roysnisverk

Vóru tað vit føroyingar sum framdu roysnisverk? Nei. Peningurin var danskur og sjálvt bankastjórin var danskur. Leggjast kann afturat, at onki annað land í heiminum tá hevði lætið ella lænt okkum pening aftaná okkara egna roysnisverk. Okkara roysnisverk var, at føroyskir politikkarar eina ferð enn koyrdu Føroyar á húsagang. Og ikki nóg mikið við tað. Teir gjørdu alt teir kundu fyri at forða dønum í at byggja okkara samfelag upp aftur. Hetta er tann kaldi veruleikin.

Og alt bendir á, at vit ætla at halda fram við roysnisverkum, sum alt ov nógv minna á farnar tíðir, hesa ferð við tí “moderniseraða” Sambandsflokkinum á odda. Millum onnur roysnisverk hava vit longu syrgt fyri, at okkara fiskivinna á sjógvi og landi aftur er alt ov skuldarbundin. Tá sjálvt løgmaður sýnist at hava gloymt ella “fortrongt” alt, hvat kann ein væntað av vanliga føroyinginum, sum hevur verið oystur undir við samanblandingum og ósannindum um farin roysnisverk. Hetta er ikki skrivað fyri at harta, men fyri at vekja løgmann og aðrar sambandsmenn, sum sita á ovastu rók, og harvið eru í vanda fyri at gerast hástórir og missa tamarhald og dømievnir. Sum gloyma tað sum koyrilærararnir plaga at siga: “Tú hevur ikki hugt teg fyri, fyrr enn tú hevur hugt aftur um teg”. At siga ósatt fyri øðrum er skeivt. Tað vátta bæði Jenis og Bill. At lúgva fyri sær sjálvum er býttligt og vandamikið. Tað kann eg fortelja bæði loysingarmonnum og nýggjum “moderniseraðum” sambandsmonnum.

Í grundini er alt hetta ikki nakað eg havi funnið uppá. Longu áðrenn eg kom á løgting, setti løgtingsmaðurin Andreas Djurhuus, sáli, fram hendan spurning, tá mín góði vinur Erlendur Patursson, sáli, hevði hildið eina mergjaða røðu um framtíðar føroyingar og Føroyar. Andreas Post spurdi á ektaðum seigligum suðuroyar máli: “Hvør skal taka ogum upp aftur, tá teir hava koyrt ogum fallit?”.

Svarið fingu vit í hálvfemsunum - bæði hart og týðuliga.