Hvørki B68 ella B36 tola at tapa

B68, sum fer at hava superveteranin Kjartan Nesá í málinum, hevur ikki vunnið á heimavølli ímóti meistaraliðnum síðstu fimm ferðirnar

Upptakt

Árstalsfeløgini B68 og B36 fara at hittast á Svangaskarði í morgin. Bæði liðini vilja ógvuliga fegin vera við, har sum tað gongur fyri seg. Bæði liðini eru eitt sindur undir avgjørdu oddaliðnum. Tí kann einki annað enn sigur og harvið trý stig ikki brúkast ? hvørki hjá B68 ella hjá B36.
Nógvu tey fyrstu árini, tá B68 var í bestu deildini, høvdu teir sera gott tak á, tá B36 vitjaði á Toftum. Í 1997 vann B36 fyrsta FM heitið í 35 ár. Tað gjørdu teir, tí teir eitt nú vunnu á Svangaskarði. Síðani hava teir vunnið hvørja ferð á Toftum. Síðsti B68 heimasigurin á B36 var í 1996.
Á B68 liðnum er pólverski málverjin leikbannaður, eftir at hann sá reytt í Klaksvík. Ta ferðina loysti Kjartan Nesá hann av, og tað verður eisini superveteranurin, sum skal verja B68 málið í morgin.
Messias Perreira og Marlon Jorge vóru leikbannaðir í Klaksvík. Teir eru báðir tøkir aftur.
Tølini siga, at tað hevur roynst sera illa hjá B68 fleiri tær síðstu ferðirnar. B68 hevur ikki vunnið síðani teir í níggjunda umfarinum fóru av Skála við 2?1 sigri. Síðani tá hava teir í fýra landskappingardystum tilsaman fingið tvey stig.
Á Svangaskarði hava teir arbeitt við at fáa skuggan frá vánaligu gongdini burtur, soleiðis at teir so at siga kunnu byrja av nýggjum ímóti B36. Hvussu tað hevur hilnast fæst at síggja í morgin.

Fróði ikki við
Tá B36 sunnudagin í Gundadali vann tepran sigur á TB, sótu tríggir av føstu monnunum leikbannaðir uttanfyri. Teir vóru Arnbjørn Danielsen, Jákup á Borg og Julian Florescu. Teir eru allir tøkir aftur og vera við á Svangaskarði.
B36 hevur verið nógv skaðaplágað, men nú eru allir ? fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum ? førir fyri at spæla.
Einasti av spælarunum, sum hava verið nógv við í ár, og sum ikki verður við í morgin, er fyrrverandi B68 spælarin Fróði Clementsen. Hann hevur ikki vant í hesi vikuni.
B36 hevur vunnið tríggjar tær síðstu ferðirnar, og tað tykist sum um tað er komið flog yvir aftur avrikini, eftir at Jens Kristian Hansen og Julian Johnsson eru komnir aftur á liðið.