Útlendingar keypa einar 3-10 fastar ognir í Føroyum um árð. Tað hevur Rættarnevndin hjá Løgtinginum fingið upplýst. Løgtingið viðger eitt uppskot frá Høgna Hoydal úr Tjóðveldi um at forða útlendingum at keypa hús og jørð í Føroyum.
Nú Rættarnevndin viðgerð málið, hava tey fingið at vita, at einir 600 verða seldar í Føroyum um árið og at útlendingar keypa ímillum tríggjar og 10 fastar ognir í Føroyum um árið, ella kanska færri enn tað.
Húsaseljarar hava varðhugan av, at útlendingar vísa ein veksandi áhuga fyri at keypa fasta ogn í Føroyum, men enn er talan ikki um nakran stóra trupulleika, hava teir upplýst fyri Rættarnevndini.
Rættarnevndin er eisini sannførd um, at tað eru ikki serliga nógvir útlendingar, sum eiga fasta ogn í Føroyum.
Húsaseljarar hava upplýst fyri Rættarnevndini, at, at tá ið útlendingar hava áhuga fyri at keypa fasta ogn í Føroyum, er tað fyrst og fremst summarhúsum uttan fyri miðstaðarøkið, teir eru áhugaðir í, so at teir kunnu vera í Føroyum ein part av árinum.