Hvørvisjónir ella samfelagsrák?

Eg veit væl, at tað ikki ber til at sannføra eina menniskju, ið hevur eitt grundleggjandi annað sjónarmið enn tað eg havi, um tað rætta í at hugsa sum eg. Og eg haldi ikki at so eigur at verða gjørt, vit skulu øll vera her. Og eg ætli mær ikki at blanda meg uppí hvørt bíblian skal skiljast so ella so, ella um ein trúgv eri meiri sonn enn ein onnur.

Tað eg vil, er at vísa á, at sannførd fólk, við myndugleika og makt yvir øðrum, í bestu meining kunnu koma at volda øðrum skaða sálarliga, og í førum eisini likamliga. Og tá eg sigi sannførd, snýr tað seg ikki bert um átrúnað, men (blinda) sannføring sum heild.


Tað sum orðaskiftið um røttu trúnna eisini snýr seg um, er spurningurin um virðingina fyri næstanum, sum bæði kann vera muslimur, buddistur ella samkyndur. Men eisini, og ikki minst børnini. Hvat billa sannførd foreldur sær inn tá tey halda, at tey uttan at ivast og uttan at lurta eftir tí, ið barnið hevur tørv á, kennir, hugsar ella vil, kunnu kroysta sína meining, sína lívsáskoðan niður yvir tey?


Børnini velja ikki síni foreldur, og tí sleppa vit ikki undan at seta okkara merki á tey, uppá gott og ringt. Men tað ber ábyrgd við sær. Børnini hava krav uppá virðing og viðurkenning, og møta tey henni ikki frá teimum, ið tey eru mest knýtt at, fáa tey ilt við at vísa hana mótvegis sær sjálvum, og enn minni móti øðrum. Sum psykologur havi eg møtt børnum, har foreldur í sínum sjálvrættvísi hava hildið seg kunnað farið við teimum sum tey vilja. Og hesi børn hava tað ikki gott, kunnu vera illa viðfarin likamliga, men oftari eru tey illa fyri kensluliga, og klára seg ikki væl millum onnur. Tey foreldur talan kann vera um, eru ofta ikki greið yvir avleiðingarnar av tí tey gera, og eru í nógvum førum sjálv offur fyri óvitandi og sanførdum foreldrum. Her er ikki talan um tey, ið kunnu vera illa fyri sosialt, ella sum fremja harðskap í fyllskapi. Men "heilt vanlig" foreldur.


Vit kunnu valla liva uttan sannføringar av ymiskum slagi, men tað, ið eigur at eyðkenna eitt framkomið - siviliserað - og upplýst fólk, er ein ávís eyðmjúkd mótvegis sannleikum. At sannleikar, eisini andaligir, eru relativir og broytast í ljósinum av nýggjari vitan og øktum innliti. Tað er ikki lætt í dag at taka í álvara, at summar kvinnur í europeiskari miðøld vóru hildnar at vera devuls-settar, og brendar á báli, tí høvdu tær meiningar, ella kenslur, ið tátíðarsam-felagi ikki metti vóru rættar hjá kvinnum at hava. Hjá Brøðrasamkomuni er ikki so vanligt í dag, sum tá eg var smádrongur, at síggja kvinnur undir hatti á møti, og tað er ikki nøkur stór synd í dag at hyggja at filmi ella at vera við í dansi. Men vit skulu ikki nógv ár aftur í tíð í Føroyum, so var tað synd.


Men broytingar henda. Bæði tí vit hava fingið meiri vitan, umframt eina manna-vinaligari hugsan um hvat tað vil siga at vera menniskja, hvørjum rúm eigur at vera fyri. Men kanska eisini tí at samanblandingin av persónligan morali og trúgv er vorðin minni. Tey eru færri, ið rættvísgera sín persónliga moral við sitatum úr skriftini. Sum maðurin ið fór upp tíðliga á morgni at tykta sonin, tí hann skilti skriftina bókstaviliga. Og ger nakar tað, eru tey nógv, ið duga at tala at.


Eg haldi, at uppaling og undirvísing í Føroyum sum heild hevur flutt seg nógv, tá tað snýr seg um at vísa børnum og ungum upp aftur betri umsorgan, eisini tá talan er um at taka tey við uppá ráð, og vísa teimum virðing. Uppalingin er sum heild minni revsandi og meiri lurtandi, hóast nógv restar í, at vit kunnu tosa um veruliga demokratisk viðurskifti, serliga innan skúlagátt.





Tí gerist eg ikki sørt ørkymlaður tá eg lesi og hoyri um hvat sømir seg, ella ikki sømir innan trúarlívið, og at navngivin fólk verða ákærd fyri vranglæru. Eru hetta "røster fra graven" ella ber hetta tekin um, at sterkar kreftir í Føroyum miðvíst royna at snara humaniseringini og demokratiseringini øvugta vegin aftur til: "Tá lýdni var lóg og tey fátæku fús?"


Eg vóni at talan er um hvørvisjónir, og at tann ófrættadámur av væntandi tollyndi, ið loðar uppi við hjá teimum, ið rópa harðast um rætta trúgv og evangelisering, ikki er tekin um nakað, ið er at finna millum fólk sum heild.


Heri Kragesteen.