Tíanbetur situr Hergeir Nielsen teimum so meinur á ovastu rók í parlamentarisku skipanini, og hann kann ikki flytast, uttan so at hann fær meiri enn 4/5 av tinginum ímóti sær. Var hetta ikki so, hevði evsti sessur í skipanini heilt víst verið brúktur í rossahandlinum, og Jóannes Eidesgaard hevði kunnu kropið sær úr músaholini - so á leið við skinninum á nøsini.
Nú hava Rás2 og fólkafloksagentarnir, sum reika runt í Miðlahúsinum, drigið tað út ígjøgnum rivjabeinini á Jørgen, at Hergeir Nielsen skal hava roynt at ávirka fólkafloksformannin til at broyta kós, tá hesin var til hoyringar hjá formanninum í morgun, um hvussu Føroyar skulu stjórnast, tað ið eftir er av hesum valskeiðnum. Skal hava roynt at ávirka til eitt skifti frá ABC til eina fullveldissamgongu við Jørgen sjálvum sum løgmanni. Undarligt kyn hendan ABC-samgongan hevur, fyrst skuldi Høgni Hoydal kompromitterast í lásamálinum, sum Jenis sigur í Sosialinum, 5 dagar eftir at málið var endaliga loyst, og nú roynir Fólkaflokkurin at kompromittera løgtingsformannin, sum eisini umboðar Tjóðveldi á tingi.
Hendan royndin fer tó valla at eydnast, ongin føroyingur ivast í habilitetinum hjá Hergeiri Nielsen sum løgtingsformanni, maðurin hevur tríati ára royndir í politisku skipanini, og tíanbetur er tingskipanin soleiðis samanskrúvað, at tilvildarlig slysálop frá Fólkaflokkinum onki muna. Heldur ikki um teir fáa sær hjálp frá vinmonnunum í Sambandi og Javnaði. Men sjálvandi ber tað altíð til at gera eina roynd í at dálka persónin í embætinum, men har man skjøldurin eisini fara at vera teimum ov sterkur.
Men hví skýggjar Jørgen Niclasen løgmansembætið? Ístaðin fyri at leypa á Hergeir Nielsen átti hann at sagt Føroya fólki frá, hví hann ikki ynskir at gerast løgmaður í Føroyum, serliga umráðandi er tað, at fullveldisfólkið í landinum fær tað at vita. Hann hevur 20 tingfólk av 33 aftanfyri seg. Hóast hetta tvíheldur hann um eina beinharða sambandskós komandi árini. Hetta hóast bæði Jenis og Høgni, so seint sum miðskeiðis á seinastu samráðingarnáttini váttaðu, at teir stuðlaðu honum sum samráðingarleiðara, í royndini at skipa eina fullvelddisstjórn.
Um gott 1-tíðina var hann avkláraður og skuldi fara inn í samráðingarrúmið fyri at boða B og C frá, at hann sleit samráðingarnar, og ynskti eina formansrundu, og at hann hevði ein meiriluta aftanfyri seg í tinginum. Hvørjum Kaj og Jóannes hava eitrað hann við, er ikki gott at vita. Løgmanssessin og leiðslu landsins fekk hann í hvussu er ikki. Eftir at hava mótt hvønn annan niður í samfullar 30 tímar, har hvør hevði staðið trúfastur við egna lið, spældi Jóannes Eidesgaard sær løgmanssessin av hondum. Talvborðið var farið at kámast. Fyrsta samansvørjingin hjá B og C miseydnaðist. Kaj Leo skjeyt upp, at Jóannes helt fram sum løgmaður og hesin seinri skjeyt upp, at Kaj Leo gjørdist uttanríkisráðharri. Blokadan hjá Jørgen eydnaðist. Fyri endaliga at seta hol á tøvanina, skjeyt Jóannes síðani upp, at Kaj Leo skuldi vera løgmaður, í tí treystu sannføring, at Jørgen á øðrum sinni fór at blokera. Niclasen leyp um borg og segði skák. Og tað var mát. Javnaðarflokkurin hevði mist bæði løgmann og uttanríkisráðharran.
Framvegis stendur spurningurin tó opin, hví vil Jørgen Niclasen ikki vera løgmaður í eini fullveldissamgongu, sum hartil hevur søguliga stóran meiriluta á tingi? Onkur annar spyr, hvat var tað Annfinn Kalsberg segði honum undir fýra eygum, beint fyri at hann fór inn í samráðingarrúmið, fyri at slíta samráðingarnar við eini alternativari fullveldissamgongu í skjáttuni?
Hesir spurningarnir standa og bíða saman við DEH, ið ikki skilja rationalið, sum stjórnar radikalu sjálvstýrarunum, sum einaferð søgdu seg at berjast fyri føroyskum sjálvstýri, og nú tá ið landsins leiðsla var búgvin at taka, saðlaðu um, og tveittu seg skerflatar í føvningin á Sambandsflokkinum.