Hví skal miðnámsskúlin flytast 6-7 minuttir?

Hans J. Joensen
Vágur

Seinastu 5-7 árini hevur at kalla onki kjak verið um hvar miðnámsskúlin í Suðuroynni skal vera. Heldur enn klandur og negativt kjak um hvar skúlin skal vera, hevur kjakið snúð seg um hvussu nógv skúlin skal kosta, hvussu hann skal síggja út, og hvar í Vági hann skal vera, tí eitt samt løgting hevur tikið avgerð um, at miðnámsskúlin í Suðuroynni skal vera í Vági. Út frá hesi avgerð hava landsmyndugleikarnir og Vágs kommuna seinastu árini brúkt 5-7 mió. kr. Grundstykkið er keypt, arkitektakapping hevur verið, tekningar gjørdar, grundstykkið er grivið út, útbjóðingartilfarið er gjørt klárt bjóða út (eftir ætlan skuldi bjóðast út fyrst í januar 2005) og farast skuldi undir sjálva byggingina fyrst í hesum árinum. Eftir ætlan skuldi skúlin takast í nýtslu seint á sumri í 2006.
Miðnámsskúlin
skal flytast
Tíðliga í september 2004 fóru ryktir at ganga um, at landsstýrið ætlaði at flyta miðnámsskúlan úr Vági til Hovs. Hendan ætlan varð eisini løgd fyri Vágs býráð 11. sept. 2004. Í staðin fyri miðnámsskúlan skuldi eitt ellisheim byggjast íVági.
Grundgevingar fyri at flyta miðnásmskúlan til Hovs
Í samband við ætlanunum um at steðga byggingini av miðnáslskúlanum í Vági, sum hevur verið í gongd í út við 4-5 ár, og flyta skúlan til Hovs, so hava landsmyndugleikarnir víst á ymsar grundgeivngar fyri at flyta miðnámsskúlan til Hovs.
Skúladepil við Miðnámsskúla og Heilsuskúla saman
Fyrst varð víst á, at ætlanin var at Heilsuskúli (sum í løtuni er á Tvøroyri) skuldi byggjast saman við miðnámsskúlanum, soleiðis at man fekk ein skúladepil. Hetta fyri at spara pengar og sleppa undan at byggja tveir skúlar. Hartil varð víst á, at felags lærarar og felags fasilitetir kundu brúkast av báðum skúlunum. Onkur vildi eisini vera við, at ein ávís syngergieffekt fór at verða.
Sparingarnar av at byggja tveir skúlar saman eru ikki tengdar at, um skúlin verður bygdur í Vági ella í Hovi ? og sparir man uttan iva líka nógv í Vági sum í Hovi. Sum er, eru 5-7 mío. kr. brúktar í samband við byggingina í Vági, og er tað rættiliga natúrligt, at hendan íløgan gerst partur av nýggja skúladeplinum. Eingin forðing er fyri at byggja skúlarnar saman í Vági og á tann hátt fáa mest burturúr teimum ætlanum sum eru gjørdar og pengum sum longu eru brúktir.
Løgmaður vísti mánadagin 29. november 2004 í ÚF á, at um skúlin varð fluttur til Hovs, so var tað ikki óhugsandi, at tær 5-7 mió. kr. sum longu vóru brúktar í Vági vóru mistar. Um tær 5-7 mó. kr. verða mistar, so er ivasamt, hvørt tað, tá samanum kemur, yvirhøvur er nøkur sparing at byggja miðnámsskúlan og heilsuskúlan saman í Hovi.
Rætt er, at við at byggja skúlarnar saman, so kunnu skúlarnir báðir gera nýtslu av felags fasilitetum. Hvat viðvíkur felags lærarum, so hevur Heilsuskúlin sum er minimalan tørv á lærarum frá miðnámsskúlanum, tí bert ein lærugrein er felags fyri báðar skúlarnar, tað er samfelagsfrøði, sum er á Heilsuskúlanum sum dagskeið í 12-18 tímar hvørt hálvár. Hvørt ein synergieffekt verður av at leggja skúlarnar saman er eisini rættiliga ivasamt, tí skúlarnir fevna als ikki um somu fakligu evni.
Skúli- og mentanardepil, í Hovi, men ikki í Vági?
Ein onnur grundgeving fyri at flyta skúlan til Hovs er, at skúlin har kann gerast ein skúla- og mentanardepil fyri oynna. Hetta vísti løgmaður millum annað eisini á í ÚF mánadagin 29. nov. og segði í somu samrøðu, at um skúlin varð bygdur í Vági, so bleiv bara talan um ein skúla í einum nýggjum bygningi (undirforstaðið var, at í Vági bleiv ikki talan um ein skúla- og mentanardepil).
At føra fram, at talan verður um ein skúla- og mentanardepil í Hovi, meðan hetta ikki verður støðan í Vági er óskiljandi. Tað eru 6-7 minuttir í bili úr dalinum í Hovi (har landsstýrið ætlar at skúlin nú skal byggjast) og vestur á vegin við Vágsvatn har grivið er út fyri miðnámsskúlanum. 6-7 minuttir eru ikki avgerandi fyri, hvørt talan verður um ein skúla- og mentanardepil, men tað er innihaldi hinvegin, tvs. tilboðini í skúla- og mentanardeplinum.
Í hesum sambandi hevur verið ført fram, at fólk úr allari oynni vilja gera nýtslu av skúla- og mentanardeplinum, um hann er í Hovi, meðan hetta ikki verður galdandi, um hann er í Vági. Til hetta kann sigast, at geografiska plaseringin er ikki avgerandi fyri, um fólk gera nýtslu av einum tilboð ella ikki. Tað er aftur her innihaldi í tilboðunum sum er avgerandi. Hetta eru tað eisini nógv dømi um í Suðuroynni. Til dømis er Kirkjukórið Ljómur mannað við fólki úr allari oynni. Dømi eru um fólk úr Vági sum gera nýtslu av kvøldskúla tilboðum á Tvøroyri. Eitt annað dømi er, at fólk úr allari oynni koma til mentanartiltøk í Stóra Pakkhúsi í Vági ella á Naddoddaneystinum á Tvøroyri, hetta er somuleiðis galdandi fyri tiltøkini í Suðurbio á Tvøroyri. Geografiska plaseringin er altso ongin forðing fyir hvørt tilboð verða brúkt, hetta er galdandi eins væl í Suðuroynni sum aðrastaðni í landinum, har landfast er.
Skúladepilin í Hovi, tí har verður hann savnandi fyri oynna?
Ein triðja grundgeving fyri at flyta miðnámsskúlan úr Vági til Hovs er, at ein skúladepil í Hovi kann virka savnandi fyri oynna. Hví ein skúladepil í Hovi skal vera meiri savnandi enn ein skúladepil í Vági veit eg ikki? Men at siga, at 5-7 minuttir skulu verða avgerandi fyri, um skúlin verður savnandi ella ikki, er tvætl.
Miðnámsskúlin hevur verið í Vági seinsatu 10 árini. Hóast einstakir suðringar fyri 10 árum síðani vístu á, at tey heldur fóru at senda børn teirra til Havnar á studentaskúla enn á miðnámsskúlan í Vági, so kann staðfestast, at miðnámsskúlin hevur fingið stuðul úr allari oynni, skilt soleiðis, at ungdómar úr allari oynni hava gingið á skúlanum. Skúlin hevur eisini knýtt sambond millum ung úr øllum bygdum í oynni og vil hetta eisini vera við til, at suðringar í framtíðini vilja hava eina meiri natúrliga felags kenslu, enn vit kenna tað í dag. Verandi miðnámsskúli í Suðuroynni, sum er í Vági, hevur sostatt leingi virka savnandi fyri ungdómin í oynni, ein nýggjur miðnámsskúli í Vági vil sjálvsagt eisini hava hesa ávirkan.
At ferðast er ein partur av gerandisdegnum í dag
Í Føroyum í dag er tað púra vanligt, at fólk ferðast langa leið og í langa tíð til arbeiðis, í skúla og fyri at gera nýtslu av frítíðar- og mentanartilboðum. Tá bergholið millum Øravík og Hov er liðugt um nøkur ár, so verða tað uml. 15 minuttir at koyra av Tvøroyri til Vágs. Flestu fólk í Hoyvík og á Argjum brúka helst meiri enn 15 minuttir til arbeiðis í dag. Hvat skúlum viðvíkur, so er tað sama galdandi fyri nógvar eysturoyingar og norðoyingar, sum ganga í skúla í Kambsdali. Eins og hetta er galdandi fyri nógvar av næmingunum, sum ganga í studentaskúlanum í Hoydølum.
At suðringar eins og aðrir føroyingar mugu ferðast millum bygda eftir arbeiði, til almennar tænastustovnar, í skúla ella eftir frítíðar- og mentanartilboðum er ein heilt natúrligur partur av gerandisdegnum. Fjarstøðan til summi tilboð er longur enn til onnur, og vil ein í summum førum verða tvungin at ferðast longur enn aðrar tíðir. Sum heild hevur nógva ferðingin millum bygda, til og frá arbeiði, tænastustovnum, skúla, frítíðar- og mentanartilboðum, verið við til at savna okkum sum fólk. Og hevur hendan ferðingin uttan iva heisini havt ávirkan á hugburðin mótvegis kommunusamanlegging, nú fleiri kommunur í landinum hava lagt saman.
Ongar reellar grundgevingar fyri at flyta skúlan!
Um hugt verður at teimum grundgevingum, sum landsstýrið hevur ført fram í samband við ætlanina um at flyta miðnámsskúlan í Suðuroynni úr Vági til Hovs, er greitt, at ongar reellar grundgevingar eru fyri at flyta skúlan. Hetta hevur eisini verið orsøk til nógva spekulatión um, hví landsstýrið nú tá byggingin av nýggja miðnámsskúlanum í Vági er komin so langt, ætlar at flyta skúlan 6-7 minuttir.
Landsstýrið sátt ósemju og skapt split
Líkamikið hvørt miðnámsskúlin í Suðuroynni verður bygdur í Vági ella í Hovi, so stendur ein greið mynd eftir. Landsstýrið hevur megnað at sáa ósemjui og skapa split millum fólk í Vági og fólk í Suðuroynni. Friður valdaði um málið »Miðnámsskúlin í Suðuroy«, nú er nýtt stríð komið í lag, eftir at Landsstýrið birti neistan.
Uppí stríðið hevur landsstýrið vavt eitt tilboð um ellisheim, sum kommunurnar í Suðuroynni sjálvar skulu rinda helvtina av byggikostnaðinum av, og sum kommunurnar í næstum sjálvar skulu rinda allan raksturin av, nú Fólkaflokkurin hevur boðað frá, at eldraøki skal flytast til kommunurnar at umsita sum skjótast. Hví bygging av ellisheimi og bygging av miðnámsskúla skulu knýtast saman, veit eg ikki, men hesar byggingar hava einki við hvønn annan at gera og gruggað alt málið upp aftur meiri ? kanska er hetta júst ætlanin?
Taparin í stríðnum finnist ikki í Landsstýrinum, nei tapararnir eru suðringar sjálvir og ikki minst ungdómurin í Suðuroynni, sum aftur skal setast í bíðistøðu eftir nýggjum miðnámsskúla. Um verandi ætlan verður brúkt sum dømi, so eru tað nú meiri enn 3 ár síðani arkitektakappingin um Miðnámsskúlan í Suðuroynni við Vatnið í Vági endaði. Við hesum sum útgangspunkti verður ongin bygging í Hovi tey fyrstu árini og skúlin neyvan liðugur tey fyrstu 4-5 árini.
Kýli er helst eisini settur í framtíðar kjakið um kommunusamanlegging ella samstarv í oynni, nú enn ein landsstovnur verður fluttur úr Vági.
Eftir stendur eisini, at ætlanin um nýggjan miðnámsskúla í Suðuroynni flýtur í óvissu. Ætlanirnar sum arbeitt hava verið eftir í 4-5 ár eru steðgaðar, nú skal byrjast av nýggjum. Fleiri ára arbeiði eru farin til spillis og við hesum eisini ein 6-7 mió. kr. Landsstýrið hevur ætlanir um at seta eina nýggja verkætlan í gongd 6-7 minuttir norðanfyri verandi byggibúnað grundstykki.
Logikkurin fyri at flyta miðnámsskúlan úr Vági er sostatt eina og aleina knýttir at 6-7 minuttum, skil tað hvør skilja vil.