Hví skundar býráðið sær at avreiða kommunal áhugamál á Argjum?

Nú í eina tíð hevur eitt lendi á Argjum verið lýst til sølu. Økið er helst betur kent undir navninum Cepa-trøðin og hevur sína margháttligu søgu.

 

Nú í eina tíð hevur eitt lendi á Argjum verið lýst til sølu. Økið er helst betur kent undir navninum Cepa-trøðin og hevur sína margháttligu søgu.

Lendið, sum Cepatrøðin var partur av, var upprunaliga landsjørð. Argja kommuna keypti tað frá Jarðargrunninum til byggilendi o.a. Eitt partafelag, Cepa, slapp at bøla oman á hesum meira enn 11. 000 m2 í áravís, men stykkið var annars ikki nomið. Kostnaðurin skuldi vera einar 620.000 kr. Felagið rindaði um helvtina, tá ið keypið kom í lag; restin av peninginum varð ongantíð goldin, men í staðin varð ? nógv ár seinni - borið soleiðis í bandi, at eitt gosbað, ið stóð til fortreð í Albert Halli, skuldi ganga fyri írestandi upphæddina. Argja kommuna ( nú Tórshavnar kommuna) fekk ongantíð nakra gleði av hesum vælsignaða gosbaði, men rovini hava rikist uppi á Sandvíkahjalla til denna dag, um onkur skuldi verið áhugaður.

Hóast henda søla varð sera løgin, so vóru kortini ávísar treytir við søluni. Ein treytin var, at kommuna hevði rætt at fáa stykkið aftur fyri keypsprísin við rentum, sostatt hevur Tórshavnar kommuna veruliga nakað at halda um í hesum máli!

Tað undrunarverda er nú, at býráðið á fundi 26. apríl 2001 hevur samtykt at gera broyting í byggisamtyktini, og soleiðis vera eigaranum til vildar, nú tað ræður um at fáa sum mest burturúr.

Hví hevur hetta knappliga so stóran skund?

Fari hervið at heita á býráðið at taka málið upp av nýggjum og síggja málið við tí samlaðu búsetingini á Argjum í huga. Tað er bara hesin møguleikin til staðar eftir í bygdini at gera ein depil, miðstaðarøki, sum kann knýta alla bygdina natúrliga saman. Eingin er so blindur, at hann sær ikki henda møguleika!

Hús kunnu vera allastaðni, men skúlar, barnagarðar, læknahøli, ítróttahøll osfr. eiga at liggja so væl fyri sum gjørligt, og tí má Cepatrøðin ikki gleppa kommununi av hondum. Býráðið kann ikki rokna við at fáa bíligari jørð frá t.d. privatum eigarum á Argjum til almenn endamál. Í hesum sambandi hevði tað verið áhugavert at fingið at vitað, um býráðið hevur nakrar ítøkiligar útbyggingarætlanir á Argjum á sama hátt sum í øðrum pørtum av kommununi?

Eitt afturat: kommunan skal jú sjálv gera ringvegin fram við lendinum, og tann kostnaðurin eigur eisini at havast í huga.

Hvar er bygdarinnar umboð í hesum máli?