Hví so erkvisnir, tit javnaðarmenn?

Tað er ikki eiti á, sum javnaðarmenn nú leika í um hetta, at onkur hevur tikið í so grovan til um framferð teirra í sjálvstýrismálinum. Sjálvur má eg siga, at tað undraði og harmaði at síggja, hvussu oddafiskar Javnaðarfloksins lupu leysir í loftið í andstøðu til ta kós, sum nýggja landsstýrissamgongan setti sær fyri at halda fram móti sjálvsavgerðarrætti, sjálvsábyrgd og sostatt tjóðskaparligari sjálvsvirðing. Sjálvandi er tað átaluvert, nú tað annars verður farið so sinniliga og skilagott fram í hesum álvarsmáli, at tveitt verður út í bløðini við heitum sum quislingum og landasviki; men ikki fái eg hildið annað, enn at tað í veruleikanum ikki so nógv er heilag vreiði um órættvísa skuldseting, sum nú hevur fingið menn til soleiðis at fylla teigarnar í Sosialinum, men heldur tað, at her hómast nýtt agn til politiskan fiskiskap, eitt opportunistiskt høvi til at marknaðarføra seg sjálvan heldur enn at lata upp fyri møguleikum til politiska semju, nú tað meira enn nakrantíð í okkara søgu ræður um at standa saman.

Tað er ein aðalmunur á hugtøkunum fullveldi og loysing. Tað er tað fyrra, sum nú stendur á skránni, og bera javnaðarfólk á tingi seg nú undan at vera við til at skapa grundarlag til hesa frælsiskós, hava tey veruliga svikið bæði ábyrgd og egin lyfti.


Ólavur Hátún