Trygvi F. Guttesen
Góði Birgir, brádliga rópar tú meg nú fyri harra Guttesen, hví so øðiliga hátíðarligur?
Hví ikki bara svara upp á einfaldar spurningar?
Birgir, tú má vera meira ítøkiligur, skriving um skeivan politikk, ivasamar heimildir, vantandi álit og trúvirðir, solupolitikk og grátikonupolitikk, gevur einki svar upp á nakað.
Í vónini um at tú ert í betri hýri nú, vil eg kortini loyva mær enn einaferð at spyrja:
Nær og hvussu hevur Sambandsflokkurin brotið gjørda avtalu um Sandoyartunnilin?
Hvussu kunnu hugsanir hjá einum landsstýrismanni vera brot á gjørdar avtalur?
Er tað brot á gjørdar avtalur um Magni Laksafoss loyvir sær at tosa um raðfestingar?
Er tað brot á samgonguskjalið um Magni Laksafoss hevur eina hugsan um, hvussu Sandoyartunnilin kundi verið raðfestur?
Hvør er tað nú, sum hevur brotið gjørdar avtalur við at framtúra við persónligum sjónarmiðum?
Er tað bannað at hava persónlig sjónarmið í politikki?
Nær, hvar og hvussu er miðøkið friðhalgað av Sambandsflokkinum?