Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, hevur hildið øll jólini heima í Fuglafirði, og her hava tey etið gás og dunnu jólaaftan, og 1. jóladag høvdu tey ræst kjøt.
Sum hjá so mongum øðrum monnum, er tað ikki borgarstjórin sjálvur, sum rennur runt og keypir jólagávur. Hann keypir bara ta einu, og so kunnu vit gita, hvør fær hana.
- Eg vil ikki siga, at ringa veðrið ávirkaði okkara jól nakað serligt, tó tað altíð er harmiligt at síggja, tá ódnarstormar gera feigdina um seg sum hesaferð.
Sonni á Horni heldur tó fyri, at tað hevði verið hugnaligari við einum hvítum jólum heldur enn ódnarveðrinum, sum var hesi jólini.
Eins og mong onnur fegnast borgarstjórin um, at Føroyar eiga dugnalig fólk, bæði innan sløkkiliðsarbeiðið og bjargingarfeløg, sum altíð eru til reiðar at rætta eina hond, tá ástendur.