Marsfarið Phoenix hevur funnið nýggjar upplýsingar á gongustjørnini, sum eru so tíðandi, at Hvítu Húsini eru kunnaði, skrivar tíðindabløðini Aviatio Week og Space Technology. Granskarar á Nasa fara í nærmastu framtíð, at almannakunngerða nýggjar upplýsingar, sum eru nógv størri, enn tá ið vatn varð funnið á gongustjørnuni. Hvítu Húsini eru kunnaði, og loyniligar keldur siga, at tað er lív á gongustjørnuni Mars.
Sambært loyniligum keldum so er talan um. at lív er á gongustjørnuni. Hesar upplýsingar verða mettar at vera nógv størri, enn tá ein av ovnunum á Phoenix, fyri fáum døgum síðan, fann vatn á Mars.
Granskarar hava longu prógvað, at tilfarið á gongustjørnuni minnir nógv um mold, sum vit kenna, teir halda eisini at møgleiki er hjá plantum at trívast í tilfarðinum, um tær fáa vatn.
Á NASA gera teir nú fleiri kanningar, av tí teir hava fingið frá Phoenix, mett verður at úrslitið verður almannakunngjørt um miðjan henda mánaðin. Men um kanningarnar krevja meira tíð, so kann almannakunngeringin verða útsett til í septembur.