Stevnan byrjar við nátturða fríggjakvøldið klokkan 18.00 og fyrsta møtið verður kl. 20.00.
Leygardagurin er avsettur til tvey sertiltøk. Annað er barnatiltak, sum byrjar kl. 16.00, har børn úr Vestmanna fara at spæla violin, ein leikur um Nóa og ørkina verður framførdur og børn úr Evangeliihúsinum og barnakórið Zmartiez úr Filadelfia syngja. Eisini verður ábit. Hitt tiltakið er á fjarðasandi og byrjar tað kl. 19.00. Har verður hugni og skemt s.s. posarenning og togtogan, og felagssangur, har fosturlandssangir og andaligar sangperlur verða sungnar rundan um bál.
Hvítusunnudag verður møti kl. 11.00 og kl. 18.00 og tað vælkenda Syngið við-møtið verður kl. 21.00. 2. Hvítusunnudag verður møti kl. 11.00 og er hetta seinasta møti í stevnuni.
Fyrireikararnir av stevnuni eru: Betania í Skopun, Evangeliihúsið, Filadelfia, Hvítusunnusamkoman allar í Havn og Saron í Vestmanna.