Hvaðani fór hann

   

Hvaðani fór hann ið myndaði meg úr jørð,
ið risti meg úr máldini har gras í dag grør,
ið blásti lívsins anda har eyrið dungi lá,
og vaktið meg til lívið ið avigt myrkur sá.

Var hann bert ein dreymur ið fjálgaði eitt bil,
eitt størri lív enn lívið handan kosmos vit og skil,
ið eygleiddi heimsins søgu sum telvarið sær sítt spæl,
har hvítur herður stríðist mót svørtum fólki væl.

Eg havi hoyrt um ein mann ið har livdi
tá ið rómverjar ráddu í borg,
ið kongsveldi upp vildið byggja
uttan sviða, synd ella sorg.

Er tað sætt ið Nietzsche sigur um hann ið kom Mósesar veg,
at hann ið nevndist "eg eri" spyr menniskja "eri eg"
ið vigar meg á vektini so virðið mítt hann sær,
sjálvur á vektina lagdur og ov lættur funnin vær.

Er heimurin frá honum tikin ið heimin hevur sagt
so hann hevur givið sjálvum sær alla heimsins magt,
so merki á enni og handabakið tvíðum merkir tað
at vitið og valdið ei skaparans er, men "eg" ið havi tað.

Kári Østerø