Myndugleikarnir í Ný Sælandi hava fríkent manningina á einum japonskum hvalabáti fyri at hava siglt á eitt skip hjá felagsskapinum Sea Shepherd fyri einum lítlum ári síðani. Í niðurstøðuni siga myndugleikarnir, at tað eru eingi prógv fyri, at hvalabáturin Shonan Maru II sigldi á Sea Shepherd-skipið Ady Gil við vilja. Hinvegin siga myndugleikarnir, at báðir partar bóru seg skeivt at, og at hvørgin teirra vísti góðan sjómansskap.
Tey bæði skipini stoyttu saman nærhendis Antarktis tann 6. januar í ár. Sea Shepherd hevur alla tíðina hildið uppá, at japanski hvalabáturin sigldi á Ady Gil við vilja.
Ady Gil var við Antarktis og royndi at forða japanum at veiða hval har.