Hvalaveiða: Danir leggja onki í føroysk áhugamál

- Tað er óheppið, at føroyingar og grønlendingar ikki eru tiknir við upp á ráð.

Tað sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, nú danska stjórnin aftur at skal taka støðu fyri alt ríkið í einum hvalaveiðispurningi.

Samráð var í morgun á Fólkatingi um støðutakanina hjá Danmark á næsta fundi í Altjóða Hvalaveiðinevndini, IWC.

Danmark ætlar at atkvøða fyri at hvalur verður friðaður í einum ávísum parti í Suðuratlantshavi.

- Hetta er í besta føri óneyðugt, tí vinnulig hvalaveiða er longu ólóglig í økinum orsakað av vísindaligum tilmælum, staðfestir Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.

- Tí er í hesum føri talan um eitt hugsjónarligt mál, heldur enn um eina avgerð við vísindaligum grundarlagi, sum Hvalaveiðunevndin annars leggur stóran dent á.

- Tað kann í ringasta føri hava við sær, at verður vanligt at friða øki uttan vísindaligt grundarlag.

Hetta hevur landsstýrið gjørt Villy Søvndal, uttanríkisráðharra, varugan við, og Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, tekur undir landsstýrinum.

Føroyski fólkatingslimurin førdi í morgun fram, at tað er óheppið, at danir als ikki hava tikið føroyingar og grønlendingar við upp á ráð í hesum málinum um at friða hval í Suðuratlantshavi.

- Vit hava havt eitt gott samstarv millum londini, tá tað snýr seg um ítøkiligar spurningar, har Føroyar og Grønland hava havt ávís áhugamál.

- Skiftandi danskar stjórnir hava tikið støðuna hjá føroyingum og grønlendingum til sín, hóast tær hava gingið ímóti viljanum hjá einum stórum parti av danska fólkinum.

- Men nú hava vit eitt hugsjónarligt mál, har danir fara burtur frá góða samstarvinum, sigur Sjúrður Skaale.

Í 2008 var hetta málið um at friða økið í Suðuratlantshavi eisini frammi.

Tá varð málið ikki samtykt, men danir gjørdu tað sama, sum teir ætla at gera hesaferð, og atkvøddu fyri einum hugsjónarligum banni av hvalaveiðu í hesum øki.

Hesa ferð greiða danir tó frá, at teir bert vilja gera friðingar, um londini í umrøddu økjunum sjálvi taka undir við at friða.

- Hetta vísir bara, at danir ikki leggja í serstøðuna hjá Føroyum og Grønlandi, tá tað snýr seg um hugsjónarlig mál, sum londini, ið eru hart ímóti allari hvalaveiðu, leggja fram, sigur Sjúrður Skaale.

Til samráðið í morgun førdi Sjúrður Skaale somuleiðis fram, at hann er ímóti uppskotinum, at áhugafelagsskapir skulu fáa talurætt í Altjóða Hvalaveiðunevndini.

- Hetta hevur Danmark eina lunkaða og ógreiða støðu til, sigur hann.

- Tað kann hava við sær, at stóru ósemjurnar í nevndini gerast enn verri, og úrslitið kann verða, at felagsskapurin dettur sundur, sigur Sjúrður Skaale.