Hvalba fær havnarmerki og reglugerð

Eitt einmælt bygdaráð tekur undir við, at Hvalba fær havnarmerki og reglugerð.

Í Hvalbiar kommunu hevur bygdaráðið gjørt av at seta havnarmerki, soleiðis at viðurskiftini kring havnina og fjørðin kunnu skipast við eini reglugerð.

 

- Merkini verða sett í samráð við Landsverk, og tað verður ein sakførari, sum kemur at gera uppskotið um reglugerðina, ið kommunan síðan fær til viðgerðar.

 

Trúgvi Gudmundarson, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, vísir á, at tað hevur stóran týdning fyri kommununa at kunna siga, hvar havnarmerkini eru, og hvussu langt út eftir vánni rætturin hjá kommununi røkkur.

 

- Í løtuni ger Faroe Farming eitt nú streym-og aldumátigar á fjørðinum í samband við ætlanir um aling og soleiðis, sum eg havi skilt, eru útlitini góð.

 

Borgarstjórin sigur, at Hvalbiar kommuna fer at taka væl ímóti møguligari aling á fjørðinum.

 

- Tað er eitt einmælt bygdaráð, sum tekur undir við, at Hvalba fær havnarmerki og reglugerð, sigur Trúgvi Gudmundarson.