Hetta er einfaldi boðskapurin hjá prestinum í Hvalba, Jens Mortan Mortensen. Hann skal í ár halda ólavsøkuprædikuna.
- Kann guðstænastan við tónleiki, sálmasangi, liturgi og prædiku savna fólk, so tey kenna felagsskap í kirkjurúminum, so eri eg fegin, sigur Jens Mortan Mortensen.
- Vit liva í eini tíð, har fólk tosa um innihaldið í lívinum og umrøða lívsvirðini. Fólk fara pílagrímsferðir og hugsa um børnini, skúlan, náttúruvernd og so framvegis. Kanska skuldu vit nýtt enn meira tíð og orku uppá hesi viðurskifti. Tíðirnar eru góðar, men tað kann skjótt broytast, sigur Jens Mortan Mortensen.
Sum einasti av føroysku prestunum, ið hevur sagt seg vilja víga samkynd, slepst ikki undan koma inn á hendan spurningin.
- Ongin orsøk er at fara í æsir við hesum, men eg standi við tað, sum eg havi sagt. Menniskju eru tey, sum tey eru. Vit kunnu ikki vera onnur, enn tey sum vit eru. Vit eiga at fevna hvønn annan, sum tey vit eru. Tað er einfalt, og tað er mín hugsan, sigur Jens Mortan Mortensen, prestur í Hvalba.
Les samrøðu við Jens Morten Mortensen í Ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, sum í dag er borið í hvørt hús í Føroyum.