Tað verður í januar í 2022, at nýggi Hvalbiartunnilin verður klárur at taka í brúk. Tað sigur Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, sum fekk arbeiðið at gera tunnilin.
Sáttmálin er gjørdur og Articon hevur somuleiðis lagt eina tíðarætlan fyri arbeiðnum. Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur annars umrøtt møguleikan at gera onkrar tillagingar fyri at flya tunnilin longur eystur, so at tunnilsmunnin sunnanfyri verður nærri Trongisvági, og eisini fyri at fáa hann longur niður í lendið.
Men Jón Sigurdsson sigur, at tað liggur í kortunum, at arbeitt verður eftir núverandi ætlan. Hann sigur, at hesir fyrstu mánaðirnir fara til at fyrireika arbeiðsplássið, at fáa útgerð, amboð, streym, leiðingar, skúrar, og annað upp á pláss í dalinum í Hvalba, og somuleiðis skal sjálvur tunnilsmunnin gerast.
Tunnilin er 2,5 kilometrar og tað er so mikið stutt, at tað loysir seg ikki at bora báðu megin frá. Sostatt verður bara borað hvalbiarmegin frá og tað er tí at tunnilin hellur ímóti Hvalba, og sostatt verður lættari at beina vatnið, sum setir úr fjallinum, burtur.
Jón Sigurdsson sigur, at endamálið er at fara undir at bora í september, ella kanska í august, tí tað hevur stóran týdning at fáa gongd á boringina áðrenn næsta vetur. Hann væntar, at sprongt er ígjøgnum í februar í 2021, og so skulu vegirnir gerast, ljós og onnur teknisk útgerð, skal setast upp, og endamálið er at handa tunnilin í januar í 2022, sigur stjórin í Articon.