Nýstovnaða orkufelagið í Hvalbiar Kommunu fekk eina rættiliga vitamininnspræning á bygdaráðsfundinum í Hvalba hóskvøldið.
Einstaklingar í Hvalba og í Sandvík hava stovnað eitt orkufelagið, sum hevur til endamáls at útvega báðum bygdunum í kommununi, Hvalba og Sandvík, grøna og burðardygga orku til at hita húsini við.
Tað ætla tey at gera við at seta eina vindmyllu upp á fjallinum millum báðar bygdirnar og so at leggja kaðal í hvørt hús.
Men skuldi ætlanin hava nakran møguleika, var fyrsta treytin at kommunan spældi við og var við til at stuðla ætlanini.
Tí søkti felagið kommununa um 200.000 krónur í stuðuli til at gera vindmátingar fyri, sum er tað fyrsta stigið á leiðini og sum skulu vísa, hvar tað er frægast at seta eina slíka vindmyllu.
Men umframt stuðulin, hevur játtanin frá kommunini eisini ímyndarligan týdning við tað, at fyrireikararnir meta, at tað verður lættari fá stuðul aðrastaðni, tá ið kommunan er við í ætlanini.
Mátingar í vár
Poul Laust Christiansen, nevndarformaðurin í Hvalbiar Sóknar orkufelag, sigur, at tey fara nú at seta seg í sambandi við serfrøðingar á økinum og ganda fyrireikingarnar væl, verður farið undir vindmátingarnar longu í vár.
Av teimum sjey bygdaráðslimunum í sóknarstýrinum tóku teir seks undir við at játta verkætlanini stuðul.
Einasti, sum var ímóti var Otto West, borgarstjóri, sum heldur, at ætlanin verður ov dýr at fara undir, sjálvt um hann innast inni avgjørt tekur undir við tankanum.
Hann heldur eisini, at tað átti at verið landið, sum stuðlaði eini verkætlan, sum hesari.
Hnvegin hevur orkufelagið víst á, at endamálið við ætlanini er at veita húsarhaldunum grøna orku at hitahúsini við fyri ein prís, sum er heldur minni enn tað, sum oljan kostar í dag.
Men felagið vísir eisini á, at allarflestu serfrøðingar í oljuprísum meta, at oljan fer at dýrka munandi hesi næstu árini.