Hvalbingar frysta makrel

Síðstu nátt landaði Brestir makrel í Hvalba. Á heimasíðuni hjá Jóanisi Nielsen, sum ber hesi tíðindi, verður einki sagt um, hvussu nógvan makrel Brestir hevur hendan túrin.

Hinvegin verður upplýst, at hvalbingar hava tikið ímóti fleiri makrellastum frá hvalbiartrolarunum, síðan teir fóru at royna eftir hesum fiskaslagi.

Í Hvalba verður makrelurin frystur, og sagt verður haðani, at hetta riggar væl.

Brestir fór av aftur Hvalba tíðliga í morgun. Nú teir eru á makrelveiði, partrolar Brestir saman við Vesturleika.

Portalurin kann leggja aftrat, at tað ljóðar rættiliga áhugavert, at eitt vanligt føroyskt fiskavirki frystir makrel, sum ísfiskatrolarar veiða.