Hvalbingar ivasamir um samanlegging

Í bygdaráðnum í Hvalba eru teir ikki ovurfegnir um ætlanina hjá landsstýrinum at leggja kommunurnar saman á nýggjárinum næsta ár.

Bygdaráðið hevur viðgjørt ætlanina á fundi hósvkølvið, men í veruleikanum kom bygdaráðið ikki til nakra niðurstøðu.

Kommunan skal svara fyri 18. juli og tað hildu teir vera alt ov stutt skotbrá.

Annars staðfesti bygdaráðið, at tað gjørdi neyvan mun fyri ætlanina, hvat Hvalbingar søgdu.

Bygdaráðslimirnir vóru samdir um, at á kommunala økinum er størsti trupulleikin í Suðuroy, at tær báðar stóru kommunurnar í oynni,Vágur og Tvøroyri, duga so illa at tosa saman.

Fyrsta treytin fyri at fáa eina semju í oynni er, at tær báar kommunurnar fáast at tosa saman.

-Tað er støðan hjá teimum báðum stóru kommununum, sum verður avgerandi, tí hvat tær minnu kommunurnar siga, munar neyvan nakað, halda bygdaráðslimirnir í Hvalba.

Annars saknaðu teir meiri kunning um ætlanina við samanlegging. Teir saknaðu fólksligu tilgongdina, har landsstýrið skuldi ferðast kring landið at upplýsa og greiða frá, men sum fullkomiliga er slept.

Í vár varð sagt, at hendan fólksliga tilgongdin av alt avgerðandi, men nú er hon longu slept og tí veit ongin, hvat tey skulu leggja saman til og nógvir spurningar eru ósvaraðir.

Ein spurningur, sum nívur bygdaráðslimur í Hvalba illa, er fíggjarliga støðan hjá kommununum.

Tvøroyri og Vágur hava átikið sær stóra skuld, men Hvalba, og aðrar kommunur, eru skuldarfríar og tí er ójavnin stórur.

Og avleiðingin verður, at ein samanløgd kommuna fer at fáa sera stóra skuld at dragast við í nógv ár.

Hetta merkir, at borgarar í Hvalbiar kommuna verða noyddir at átaka sær at rinda skuldina, sum vágbingar og tvørafólk hava átikið sær og tað dámar hvalbingum illa.

Myndina av Hvalba hevur Erik Christensen tikið.