Tað er onki dulsmál, at hvalbingar eru altráðir eftir at fáa nýggjan tunnil.
Hvalbiartunnilin er fyrsti tunnil í landinum, men nú er tíðin langt síðani farin frá honum og tí hava Hvalbingar strongt á fyri at fáa Løgtingið at fara undir nýggjan tunnil, sum lýkur nútíðarkrøv.
Hetta er eitt mál, sum fyllir nógv í dagliga prátinum í bygdini og hetta er eisini eitt mál, sum bygdaráðið javnan hevur til umrøðu.
Tað hevði bygdaráðið eisini á seinasta fundi, sum var í farnu viku.
Har varð enn einaferð heitt á politikarar um at taka hetta mál í størri álvara, enn higartil.
Hvalbingar hava fyrr vent sær beinleiðis til allar politikarar úr Suðuroy og víst teimum á, hvussu neyðugt tað er við nýggjum tunli og heitt á teir um at virka fyri einum nýggjum tunli.
Men í bygdaráðnum eru tvey bæði vónbrotin og misnøgd um, at tað er bara ein politikari, sum hevur ønt teimum aftur og tað er Hendrik Old.
Tvørturímóti var tað næsta, hvalbingar sóu, at í visjón 2015 hjá landsstýrinum, er ein nýggjur Hvalbiartunnil raðfestur aftast av øllum, tí eftir henni, skal tunnil ikki koma fyrrenn akkurát í 2015.
Hetta nokta hvalbingar at trúgva og teir vilja ikki góðtaka at bíða so leingi.
Tí krøkja teir seg í boðini frá Hendriki Old, sum hevur varhugan av, at samgongan raðfestur ein nýggjan Hvalbiartunnil rættililiga frammaliga.
Men enn er ongin politisk avgerð tikin um tunnilin og fyrrenn tann avgerðin er tikin, ætla hvalbingar ikki at seta seg upp aftur á at bíða.
So tá ið Hvalbiar Bygdaráð tosaði um tunnilin á fundi í farnu viku, varð avgjørt at bygdaráðslimir skuldu gera, tað teir kunnu, fyri at sannføra politikarar um, at tað er neyðugt at gera nýggjan Hvalbiartunnil beinanvegin, skal vinnulívinum í bygdini vera lív lagað.
Teir sipaðu til, at nú á døgum halda politikarar, at tað er ógvuliga umráðandi at gera kostnyttu kanningar av teimum útbyggingum, sum skulu gerast.
Men í bygdaráðnum í Hvalba eru tey púra sannførd um, at ein kostnyttu kanning hevði staðfest, at av øllum tunlum omansjóvar, er ein nýggjur Hvalbiartunnil tann tunnilin, sum loysir seg best at fara undir beinanvegin, tí tað er so nógv vinnulív í Hvalba.
Tí vóna tey í bygdaráðnum í Hvalba, at ein kostnyttu kanning verður gjørd - og at hon verður fylgd.
Lýkur ongi krøv
At Hvalbiartunnilin er ov trongur, førir við sær, at nútíðar lastbilar fáa ikki brúkt hann. Og tað darvar fjølbroytta vinnulívinum í bygdini almikið, tí nógv vøra skal lastast um, bæði tá hon hon kemur til bygdar og tá ið hon skal av bygdini.
Tað kostar bæði tíð og pening. Soleiðis hevur flakavirkið í Hvalba roknað út, at hendan eyka umskipingin av fiski, kostar teimum fleiri hundrað túsund krónur um árið í eyka útreiðslum.
Samstundis hevur teir á trolvirkinum í Hvalba eisini greitt frá í Sosialinum, at kemur ikki ein betri tunnil, kann tað koma í vegin fyri teirra útbyggingarætlanum.
Samstundis vísa kanningar, sum bygdaráðið hevur havt serkøn at gera, at hvalbiartunnilin lýkur ikki mest grundleggjandi trygdarkrøvini. Eitt nú kemur fyri, at tað er so nógv gass í honum, at tað er beinleiðis heilsuskaðiligt.