Við Stórá er liðið so smátt við at taka skap. Dan Jensen og TB eru farin hvøt til sítt og nýggi formaðurin, André Dalfoss er nú holt við at mynda liðið fyri 2023. Bolt.fo skrivar, at tað verður ein fyrrverandi venjari í felagnum, sum tekur við aftur. Talan er um 61 ára gamla Zoran Pavlovic.
Tað er ikki kunngjørt enn, men tað eru tíðindini um, at hvalbingurin, Andreas Midjord, hevur longt sáttmálan, so hann er galdandi fyri 2023.
- Andreas kom úr Royn til TB í 2020 og vóru vit í felagnum sera glað fyri tað. Allan vegin upp gjøgnum ungdómsfótbóltin hevur Andreas víst serliga góðar dygdir og er tað tí ein fongur fyri felagið at hava fingið hann til Stórá. Andreas er júst vorðin 19 ára gamal. Hansara fyrsta dyst fyri bestu deildina hjá TB var á Skála 17. juni 2020, tá TB vann 2-0. Andreas var tá 16-ára gamal. Samanlagt er Andreas skrásettur at hava spælt 65 vaksnamannadystir fyri TB, harav 56 fyri besta liðið og hann hevur skorað 4 mál, skrivar TB.
Andreas Midjord verður lýstur sum ein skjótur og tekniskt sterkur spælari, sum heldur til á miðjuni ella í álopinum.