Hvalir í Føroyum – nýggir møguleikar

Frásagnir og myndir av grinda- og springaradrápi seinastu vikurnar, har umleið 1.100 hvalir og springarar eru dripnir, eru farnar um alnótina og hava skelkað og órógvað fólk kring allan heim og elvt til ógvuslig kjak á ymiskum sosialum miðlum. Fyri uttanfyri standandi eygleiðarar standa myndirnar av drápunum í týðiligum mótsetningi til tær myndir, sum framhevja óspiltu føroysku náttúruna. Grinda- og springaradráp eru sostatt við til at myrkja fyri tí umdømi, sum ferðavinnan roynir at leggja fram fyri umheiminum. Nýggja og glæsiliga branding átakið hjá Ferðaráðnum kundi tí hugsast at havt nógv størri ávirkan, um grinda- og springaradrápini ikki vóru ein veruleiki í Føroyum.

 

Seinastu áratíggini hava vísindamenn gjørt stór framstig í sambandi við atferð hjá hvali og springara, og semja er nú um, at flestu hvalasløg eru sosial djór við sterkum familjubondum og við teirra egnu bólkum og ’samfeløgum’. Vit vita nú meira um fjøltáttaðu atferðina hjá havsúgdjórum og hvussu tey kunnu merkja pínu og strongd. Tað er í stóran mun henda nýggja vitan, sum ger at myndirnar av drápunum á føroyskum firðum og vágum eru so torførar hjá meirilutanum av útlendingum at skilja og góðtaka. Tað eru hesir somu eginleikar hjá djórunum, sum gera, at so mong eisini eru hugtikin av teimum, og sum ger, at hvalaferðavinna hevur eitt globalt virði á meira enn 11 milliardir krónur um árið. Ein einstakur hvalur kann í besta føri umboða eitt virði á meir enn eina millión krónur hjá einum strandasamfelag.

 

Vit virðismeta stóra søguliga týdningin, sum hvalaveiða hevur í Føroyum. Útlendskar atfinningar hava ofta mangla virðing fyri, og vitan um, leiklutin hjá grindadrápi í føroyska samfelagnum gjøgnum tíðirnar, og í núverandi mentan. Men mentan er, per definitión, altíð í menning og í fjør vísti ein Gallup kanning at 70% av føroyingum millum 15 og 39 ár, og 51% av øllum føroyingum, hildu tað vera møguligt, at drápini kundu halda uppat, um mentanarligi og søguligi týdningurin av teimum kundi heiðrast á annan hátt. Hetta er hent í øðrum londum, har hvalaveiðusøgan verður heiðra og varveitt við framsýningum og øðrum tiltøkum.

 

Føroyingar hava altíð dugað at gagnnýtt sítt náttúrutilfeingi, og søgan vísir, at teir eisini hava dugað væl at laga seg eftir skiftandi umstøðum. Vit vóna tí, at føroyska samfelagið fer at kanna møguleikarnar fyri at brúka hvalir á nýggjan hátt, og gera teir til eitt nýtt og positivt fokus hjá einari komandi vistferðavinnu. Hetta kann bæði vera við til at heiðra søguliga týdningin av hvalaveiðu í Føroyum, og samstundis koma føroyska búskapinum til góðar.

 

Campaign Whale

Cetacean Society International

Dansk Dyreværn Aarhus

De Vilde Delfiner

Environmental Investigation Agency

Hans-Peter Roth

Humane Society International

Oceancare

Selskab til Bevarelse af Havpattedyr

Whale and Dolphin Conservation

World Society for the Protection of Animals