Grindahvalirnir, sum merktir vórðu á Vágsfirði í seinastu viku, geva framvegis boð frá sær. Tríggir senda regluliga, og teir fylgjast allir. Ein annar sendir eisini av og á signal.
Kortið vísir, at hvalirnir í morgun vóru staddir 75 fjórðingar eystur úr Føroyum, har tað er út móti 1000 metra dýpi. Merkingar áður hava víst, at grindahvalur sjáldan fer á grynri vatn enn 800 metrar.
Kortið skal takast við ávísum fyrivarni, sigur lívfrøðingurin Bjarni Mikkelsen. Onkrir skeivleikar kunnu vera, men tað kann vera rætt, at ein av hvalunum var sær ein túr uppi við Fugloynna og vendi aftur til hinar.